Fípukvinnurnar vunnu sera sannførandi sigur

5-mannafør kvinnur: Kjósin og Tjaldrið vóru á næstu heiðursmerkjaplássunum

Seinnu árini hava tað fyrst og fremst verið mannfólkini, sum hava vunnið gull og sigrar til Klaksvíkar Róðrarfelag.

 

Eisini í dag hava dreingirnir vunnið við Fípuni Føgru, men nú hilnaðist tað av álvara væl hjá kvinnunum.

 

Fípan Fagra legði bragdliga fyri. Á fyrstu metrunum bjóðað tær úr Kollafirði av, og Tjaldrið var eisini væl við.

 

Men so var tað, at Fípan Fagra av álvara gjørdi bart. Tær úr Klaksvík vóru á málinum umleið tvær bátslongdir undan Kjósini úr Kollafirði, sum var tvær bátslongdir frammanfyri Tjaldrið.

 

 

 

1 Fípan Fagra (KRF)05:49.37+00.007 
2 Kjósin (KÍF)05:55.47+06.106 
3 Tjaldrið (NSÍ)06:02.27+12.905 
4 Erla Kongsdóttir (ÍF)06:05.31+15.944 
5 Leikalind (TIND)06:08.27+18.903 
6 Blikur (AR)06:23.30+33.932 
7 Svanur (Skála)06:25.09+35.721 
8 Havfrúgvin (VÍF)06:28.04+38.670 
9 Spógvin (NSÍ)07:18.16+88.790