Í 2012 skal hvørt hús í Føroyum hava allarnýggjastu og bestu samskiftistøknina.
Tað er eitt mál, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sett sær.
Á landsfundinum hjá Fòlkaflokkinum leygardagin, segði hann, at hann hevur sett sær sum mát, at longu um seks ár skulu Føroyar verða í allarfremstu røð í øllum heiminum á hesum øki.
- Eg havi tikið avgerð um at biðja Føroya Tele bera so í bandi, at hvørt hús í Føroyum hevur fipur í seinasta lagi í 2012 staðfesti hann.
Hann segði, at talan er um eina íløgu upp á einar 300 milliónir.
Hetta ber í sær, at tá ið fipur er lagt í hvørt hús, fer alt samskiftið, útvarp, sjónvarp og alt annað, fram ígjøgnum hendan fipurkaðalin.
Tað ber eisini í sær, at tað ber til at brúka allar nýggjasta HD- tøknina innan sjónvarp, sum ger myndirnar einar 100 ferðir betri, enn tær eru nú, segði Bjarni Djurholm.