North Atlantic Fish Fair, fiskivinnuframsýningin, sum seinastu árini hevur verið hildin á Sandvíkarhjalla og seinast í Gundadali í Havn, verður komandi ár í Klaksvík. Stóra fiskivinnuframsýningin verður í Klaksvík frá 5. - 7. apríl komandi ár. Tað er frá týsdegi til hósdag, og orsøkin til, at framsýningin verður mitt í viku og ikki um vikuskiftið, sum hon plagdi, er eftir ynski frá vinnulívinum.
Dánjal Petur Hansen, fyrireikari, greiddi fyri løtu síðani frá ætlanunum á tíðindafundi í Ráðhúsinum í Klaksvík.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík fegnast um, at fyrireikararnir hava valt at flyta stóru fiskivinnuframsýningina til fiskivinnuhøvuðsstað okkara, Klaksvík.