Nú er klárt til filmssummarskúlan, FISK09, sum fer av bakkastokki 6. juli. Enn er pláss fyri tveimum luttakarum, og søkt verður eftir sjónleikarum til upptøkurnar Mánadagin 6. juli byrjar FISK09 ? altjóða filmsummarskúlin fyri ung millum 18 og 25 ár ? í Klippfisk. Í tvær vikur skulu 15 ungdómar samstarva við 5 professionell filmfólk um at gera fleiri stuttfilmar. Martin N. Simonsen úr Uttanríkisráðnum er verkætlanarleiðari av FISK09, og samstarv er við Kringvarp Føroya og so sjálvandi serliga Klippfisk, um at fáa verkætlanina at virka. Næmingar koma úr filmumhvørvi í Norra, Finlandi, Svøríki og Skotlandi, og lærararnir eru allir royndir innan filmsheimin í norðanlondum og øllum heiminum.
Næmingarnir og lærarar hava samstarvað á netinum síðani apríl mánaða við at gera hvør sín film í hvør sínum landi, soleiðis at øll kenna hvønn annan og eru væl fyrireikað til at samstarva tá tey koma til Føroyar. Teir filmarnir og fleiri aðrir verða síðani at síggja í Norðurlandahúsinum tá FISK09 endar 17 juli.
Martin N. Simonsen sigur, at enn er pláss fyri tveimum luttakarum, og at teimum enn tørvar fleiri sjónleikarar til upptøkurnar.
Stuðul til FISK09 er m.a. fingin úr Nordisk Kulturfond, Northeren Creative Youth, Northeren Pheriphey program, Norðurlandahúsinum, Mentanarmálaráðnum og Atlantic Airways.