Tann 6. apríl skipar GÍ fyri forvitnisligum tiltaki í Eydnuni. Talan er um fiskaborð við øllum góðum úr havinum, alt frá tara til øður. Undirhald og dansitónleikur verða eisini partur av skránni.
Kendur kokkur
Tað verður Birgir Enni, ið stendur fyri fiskaborðinum. Birgir er kendur út um landoddarnar sum góður kokkur, serliga tá um mat úr sjónum ræður. Sum skipari - og kokkur - umborð á Norðlýsinum, hava gestir mangan upplivað hansara matkynstur.
Men eisini kring heimin er hann boðin sum kokkur. Hann hevur eittnú fleiri ferðir vitjað á Fjørðukrónni í Íslandi og hevur eisini kokkast í Eysturríki.
Tað sermerkta við Birgiri er, at hann mangan sjálvur hevur fingið hendur á rávørunum. Hann er nevniliga eisini góður kavari. Á skránni tann 6. apríl er mangt og hvat úr sjónum, alt frá tara til øður.
Kendur rockari og undirhaldari
Aftur við borðinum, verður undirhald. Robert McBinie er helst ein hin kendasti og besti undirhaldarin í landinum. Hann borgar, saman við øðrum, fyri góðum undirhaldi.
Robert er eisini, um nakar, føroyski rockkongurin. Síðani sekstiárini hevur hann staðið á palli og tónleikur frá seksti- og sjeytiárunum stendur honum nær. Síðani dagarnar í Faroe Boys hevur Robert sett dám á føroyska rockpallin. Seinnu árini er tað saman við sínum vinmonnum, at hann hevur leikt til dans. Og tann 6. apríl verða tað Robert og Vinmenn, ið borga fyri góðum dansitónleiki í Eydnuni.
Atgongumerki til forvitnisliga tiltakið í Eydnuni á Oyrabakka tann 6. apríl kunnu keypast í forsølu í næstu viku.