Fyri fyrstu ferð hava havgranskarar staðfest sjúkuna "mykobakteriosu" - eisini rópt fiskatuberklar í makreli, og hetta er ein sjúka, sum hevur potentiali til at smitta menniskju.
- Sjúkan er mest vanlig í alifiski, og havgranskarar hava vita lítið um hesa sjúku í villum fiski, skrivar norski Havgranskingarstovnurin í tíðindaskrivi, og tað er eitt nú norska kringvarpið, sum endurgevur.
Lagt verður aftrat, at flestu sjúkur, sum fiskur dregist við, kunnu ikki bera smittu yvir á menniskju, men sagt verður, at tað kunnu fiskatuberklar.
Fyri fáum árum fekk Havgranskingarstovnurin fyrstu myndirnar av makreli við óvanligum nýrum. Myndirnar komu frá fiskamóttøkum, sum kannaðu dygdina á fiskinum.
Nú vita granskararnir at siga, at higartil ókenda nýrasjúkan í makreli er fiskatuberklar.
- Tað er ógreitt í løtuni, hvussu umfatandi hesin trupulleiki er, og havgranskarar fáa framvegis frágreiðingar um makrel við nýrasjúku, veit NRK at siga í dag.