Fiskavirking
?Hatta má vera okkurt slag av valagni.
Bjarni Hansen, virkisleiðari hjá Fiskavirking á Tvøroyri skilir lítið og onki av tí, sum John Nielsen, leiðari á Fiskamarknaði Føroya, førir fram í Sosialinum mikudagin um Fiskavirking á Tvøroyri.
? Orsøkin kann bara bera tann, at John Nielsen er farin at royna at styrkja seg uppundir valið, nú hann er uppstillaður fyri miðflokkin, tí tað man heldur verða politikarin John Nielsen sum tosar, framum vinnulívsmannin.
? Men so skuldi hann kortini hildið seg verið ov góðan til at borðreitt fyri suðuroyingum við beinleiðis ósannindum og leysum uppáhaldum um Føroya Fiskavirking á Tvøroyri, leggur Bjarni Hansen afturat.
Hann sigur, at tað er nevniliga onki í tí, sum John Nielsen førir fram um, at virkið á Tvøroyri bara er ein kleppur um beinið á Fiskavirking tí tað er so fjarskotið og at Fiskavirking alla tíðina minkar um virksemið á Tvøroyri.
John Nielsen førdi fram, at virkið á Tvøroyri hóskaði ikki saman við restini av Fiskavirking og at virksemið á Tvøroyri nú er bara ein viðfáningur av tí, sum tað hevur verið.
?Veruleikin er, at av øllum virkjunum hjá Fiskavirking, er virkið á Tvøroyri tað virkið, har virksemið er størst og sum tískil eisini betalir mest í lønum til arbeiðsfólk.
? Veruleikin er eisini, at aftaná Sjúkrahúsið, er Fiskavirking tað virkið í Suðuroy, sum betalir mest í lønum. So tann týdningurin, sum virkið hevur havt fyri Suðuroynna, skal ikki undirmetast, tí hann hevur verið stórur hesi árini, Fiskavirking hevur verið til.
Bjarni Hansen sigur, at í fjør var arbeiðið á virkinum á Tvøroyri til umleið 100 fólk og gott tað, at kalla hvønn einasta dag, uttan sjálvandi í verkfallinum og einum øðrum lítlan steðgi upp á hálvaaðru viku í sambandi við útbyggingar, og so onkran hendinga dag afturat.
? Og at kalla virkið á Tvøroyri fyri ein klepp um beinið á Fiskavirking, haldi eg í grundini er ein niðurgerðing av okkara arbeiðsfólki, sum hvønn dag leggur alla sína orku í fyritøkuna, skoytir hann upp í.
Útbygt fyri tíggjutals milliónir
Bjarni Hansen sigur, at hesi seinastu árini hevur Fiskavirking bygt virkið á Tvøroyri út fyri tíggjutals milliónir, bæði innan og uttan.
Eitt nú er allur bygningurin klæddur av nýggjum, umframt at nýggj útgerð og arbeiðstól eru keypt, bæði trukkar, flakamaskinur, kongafiskalinjur, rávøruskiljari og aðrar maskinur.
Og í løtuni verður nýggjur frystari settur upp so at møguleiki verður fyri at gera meiri við vøruna, eitt nú at pakka fiskastykki í smáum. Samstundis er eisini ætlanin at byggja virkið nakað væl størri enn tað er í dag, eins og nýggjar linjur til reinskering eisini koma í næstum.
? Og tað sigur seg sjálvt, at so stórar íløgur ger ein fyritøka ikki í eitt virki, sum ætlanin er at lata aftur.
Virkisleiðarin á Tvøroyri sigur, at hetta vísir tvørturímóti, at Fiskavirking raðfestir virkið á Tvøroyri rættiliga høgt.
Hann vil ikki siga, hvussu nógvum tonsum, virkið á Tvøroyri hevur tikið ímóti.
? Tonsatalið sigur ikki so nógv. Tað, sum er avgerandi, er, hvussu nógv fiskurin, sum kemur á virkið, verður virkaður og her tala lønarútreiðslurnar fyri seg, sigur Bjarni Hansen.
Uppáhaldið frá John Nielsen um at virkið á Tvøroyri gevur hall, hevur virkisleiðarin heldur onga viðmerking til, tí hann vil ikki siga nakað um roknskapartøl.
?Men tað er við virkinum á Tvøroyri sum við øllum øðrum, at tað gongur upp og niður. Men tað at Fiskavirking ger so stórar íløgur í virkið merkir sjálvsagt, at hetta er sanniliga eitt virkið, sum ætlanin er varðveita.
Hann heldur eisini, at Fiskavirking hevur dugað væl at umsitið tað fíggjarligu innspræning, tað hevur fingið frá tí almenna og nú fær Fiskavirking ongan stuðul.
?Tað er í veruleikanum meiri enn tað ber til at siga um fyritøkuna, sum John Nielsen er stjóri á, tí Fiskamarknaðurin er einasta fyritøka í landinum, sum fær lógarfestan stuðul.
? Tað fær Fiskamarknaðurin við tað, at ein løgtingslóg sigur, at hvørt skip skal selja minst 30 % av veiðini um uppboðssøluna, sigur Bjarni Hansen.
Betala yvir 20 milliónir í lønum
Hesi seinastu árini hava lønarútreiðslurnar hjá Føroya Fiskavirking á Tvøroyri verið hesar:
1999: 16 milliónir krónur
2000: 18 milliónir krónur
2001: 21,4 milliónir krónur
2002: 23,1 milliónir krónur.
Lønarútreiðslurnar fyri 2003 eru ikki gjørar upp enn, men tær eru ikki lægri enn í 2002, hóast verkfall legði virkið lamið í fleiri vikur.
Bjarni Hansen sigur, at hóast sáttmálalønirnar eru hækkaðar nokk so fitt hesi fýra árini, er vøksturin í lønarútreiðslunum størri enn so og hetta vísir, at virksemið hjá Fiskavirking á Tvøroyri hevur verið veksandi hesi seinastu árini og ikki minkandi, sum John Nielsen førir fram.