Fiskidaga-skerjing er mønustingurin hjá okkum smáu

Eg vil við hesum lýsa mína støðu sum ein av teimum smáu í fiskivinnuni í dag. Tað kennist ikki sørt svárt dag og dagliga at hoyra politikarar og embætisfólk øsa hvønn annan upp við tómum orðum um, hvussu Føroya land missir pening av einari ella aðrari skipasølu. Henda øsing hevur nú ført Føroya land út í ein ótolandi ótryggleika uttan logikk, moral og vit og skil.

Eyðstein Poulsen

Avleiðingin verður nógv nógv størri enn nakar av okkum kann ímynda sær, nú politikara hava gloymt, at vit føroyingar skulu liva av hesari vinnu - helst nógv ár framyvir.
Tað fyrsta ótolandi fyribrigdi, sum hevur fingið fastatøkur á okkara politikarum, er, at fiskidagatalið skal skerjast ár um ár. Eg kundi hugsað mær at fingið eina frágreiðing um, hvussu vit smáu skulu klára okkum.
Støðan er soleiðis: Peningastuðul, sum áður var til fiskivinnuna, er dottin burtur. Eingin skip megnaðu raksturin uttan henda stuðul um tað mundið, og tá høvdu vit nokk av døgum. Síðan er tað hent, at politikarar eru farnir uttan grundarlag at taka fiskidagar frá okkum. Tað er hetta seinna, sum er grundarsteinurin undir smáu reiðaríunum, og gerst hetta tískil mønustingurin.
Vert er at leggja afturat, at tá ið peningastuðul var givin, var tað mest stórar eindir, sum sótu á fiskivinnuni, og gekk tað, sum vit øll vita, men flest politikarar hava gloymt.
Góðu politikarar. Fiskiránnsóknarstovan, sum er ein læstur vísindastovnur, hevur ábyrgdarleyst meldað síni vísindi fullkomin at vera. Lat meg grunda hetta sjónarmið. Taka vit vísind og hyggja, hvat vísind er, og hvat hon byggir sítt grundarlag á, finnur ein skjótt útav, at øll vísind tekur støði í tí praktiska.
Tíanverri eru føroyingar í tí serstøðu, at vit varða av eini vísind, sum er tann einasta í heiminum, sum hevur slitið seg leysa frá tí praktiska. Tí kann ein ikki siga mær ímóti, tá ið eg sigi, at Fiskiránnsóknarstovan meldar seg fullkomna.
Fiskivísindin hevur bert traðkað á fyrsta trinið á eini trappu, sum hvørki fiskimaðurin, politikarar og allarminst fiskifrøðingar vita longdina á. Tí er tað útav lagið óseriøst, at fiskifrøðingar longu á fyrsta trini, melda seg sjálvar professarar, og síðani skerja, skerja og aftur skerja fiskidagar.
Mín áheitan er fyrst og fremst til Fiskimálaráðharran: lat fiskifrøðingarnar fáa meir pening um hendi, fríari ræsir og meir tíð at útvega tey hagtøl, sum skulu til, so fiskifrøðingarnir hond í hond við fiskimanninum kunnu fara víðari í sínum arbeiði við eini meir rættari kós. Fyri síðan, at koma við nýggjum tilmælið, um fimm ella tíggju ár.
Góðu føroyingar, lat okkum øll koma á rættkjøl aftur.