Fiskidagarnir verða samtyktir

Eftir at 17 tinglimir í morgun hava gjørt eina politiska avtalu um at skerja fiskidagarnar er ikki longur nakar ivi um, at uppskotið verður samtykt.

Tað váttar Sjúrður Skaale, ið hevur verið stóri ivaspurningurin, saman við Katrin Dahl Jakobsen. Meðan seinni nevnda er burturstødd í ørindum fyri Løgtingið á fundi í Norðurlandaráðnum, boðaði Sjúrður Skaale frá, at hann ikki tók undir við einari skerjing í fiskidagatalinum uttan so, at landsstýrismaðurin í fiskivinumálum innførdi eina brúksskyldu.

Og eftir fund við Jóhan Dahl fingu teir 17 tinglimirnir váttan fyri, at brúksskylda verður sett í gildi áðrenn 1. september, tá nýggja fiskiárið byrjar.

Tað merkir, at Sjúrður Skaale aftur til triðju viðgerð atkvøður fyri niðurskurðinum av fiskidøgum. Katrin Dahl Jakobsen hevur eftir øllum at døma, umvegis leiðsluna av Javnaðarflokkinum, fingið eina clearing-avtalu við Marjus Dam um ikki at atkvøða við triðju viðgerð.

Tað stendur tí púra greitt, at uppskotið um skerjing av fiskidøgum við 20% hjá útróðrarflotanum og 10% hjá restini av veiðiflotanum.