Fiskidagaskipanin gevur ikki úrslit

Stjórin á Havstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, heldur ikki at fiskidagaskipanin, sum verður brúkt at stýra fiskiskapinum undir Føroyum, gevur úrslit. - Tað sum sæst í dag er yvirinvestering, vánalig gongd í flotanum og vánalig støða í fleiri týðandi fiskastovnum, serliga toskinum sum hevur kollapsað seinni árini. Føroyingar líta nógv á fiskivinnuna, tí 95 prosent av útflutningsvirðinum eru fiskavørur. Hetta segði Hjalti í Jákupstovu frá Føroysku Havstovuni á ráðstevnu um vælvirkandi fiskiveiðustýring sum endaði í Reykjavík áðrenn vikuskiftið.

Hjalti segði í sínum fyrilestri frá føroysku royndunum av fiskidagaskipanini. Hann segði at ikki eydnaðist at fáa semju um kvotaskipan og tí var verandi skipan sett í verk, sum allir sjómenn og reiðarar vildu hava í sínari tíð. Úrslitið hevur verið vánaligt.

Eina av álvarsligastu fylgjunum av fiskidagaskipanini í Føroyum helt Hjalti vera, at stýringin av royndini eftir ávísum fiskasløgum var fulkomiliga miseydnað.

Orsakað av minkandi fiskiskapi legði flotin seg eftir at fiska tann dýrasta fiskin. Tað hevði við sær ov stórt veiðutrýst á toskastovnin við tilhoyrandi avleiðingum. Toskafiskiskapurin undir Føroyum er munandi minkaður seinastu árini.

Hjalti tók samanum í endanum av fyrilestrinum og segði at størsti fyrimunurin við fiskidagaskipanini var at reglurnar vóru betur yvirhildnar og minni útblaking. Vansanir vigaðu tó meir. Veiðurættindi vóru tódnað, saman við yvirinvestering í effektivari skipum við tilhoyrandi tekniskari betran og øktum effektiviteti, stór sving í veiðu og at rakstur av fiskiveiðufyritøkum var órentabul.

Kelda: www.shipowner.fo