Fyri fyrstu ferð fór útlátið i fjør upp um 1 millión tóns av CO2-eindum. Hetta er heili 20 prosent hægri enn í 2016. Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi hevur annars verið rættiliga støðugt seinastu fimtan árini.
Umhvørvisstovan vil tó vera við, at føroyingar ikki hava ábyrgd av øllum vøkstrinum sjálvir. Størsti vøksturin er, at fiskiskip, serliga tey útlendsku, bunkraðu munandi meira olju í fjør enn í 2016. Um útlendsku skipini ikki eru við í uppgerðini, var samlaða økingin 8 prosent. Tá eru bunkringar hjá føroyskum fiskiskipum uttanlands ikki taldar við.
Tað eru fiskiskipini, sum standa fyri meginpartinum av økingini. Teirra partur av vøkstrinum var 4 prosent. Ídnaðurin átti 2,5 prosent, nýtsla av kølievnum (sterkum vakstrarhúsgassi) knapt 1 prosent og akfør eisini knapt 1 prosent.