Streymurin var hampiligur, men eysturættin gjørdi, at bátar av Borðoyavík og norðanfyri sluppu ikki avstað, tí líkindini vóru vánalig eystanfyri og sunnanfyri.
Íalt vóru 12 bátar á floti, og samlaða veiðan var 2325,6 kg.
Besti báturin var »Klettur« úr Hvannasundi. Teir fiskaðu 246,2 kg og við honum vóru Ditlev og Elmar Simonsen.
Næstbestur var »Hópur«. Teir høvdu 146,6 kg og við honum vóru Jákup Eydugarð og Finn Baldvinsson.
Triðbestur var »Tórbjørg«. Teir høvdu 140 kg og við honum vóru Jakup Jacobsen og Kristian Johannesen.
Størsta fiskin fekk Jakup Eydnugarð. Tað var ein torskur, sum var 93 cm langur og fiskaður við tráðu.
Á myndini síggjast fiskikongarnir, tá steypini vóru handaði.