Fiskamarknaður
Kári Hansen hevur í síni tíð sum fiskaseljari og reiðari selt nógvar fiskalastir av landinum, bæði í bingjum og fisk, sum er beinleiðis landaður á eitt nú skotska marknaðinum.
Hann heldur lítið um hugskotið at loyva sølu av føroyskum fiski, sum verður landaður í Føroyum og verður fluttur óvirkaður av landinum, uttan um skipanina hjá Fiskamarknaði Føroya (FMF).
- Mær dámar ikki sjónarmiðini, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur latið uppfyri í hesum sambandi. Líkt er til, at hann vil sleppa kravinum um, at nøkur fiskasløg, sum verða landað í Føroyum og verða seld óvirkað av landinum, kunnu fara uttan um FMF. Eg dugi ikki at síggja, at FMF er trupulleikin í hesum sambandi, tí klára reiðarar ella útflytarar ikki tey 0,75%, sum Fiskamarknaðurin tekur í sølugjaldi, klára teir seg neyvan kortini. Tað kann ikki vera hetta prosentgjald, sum ger allan munin.
Lítil partur
Kári vísir á, tá skip og bátar landa í Føroyum, hava tey í fyrsta lagi útreiðslur av landing og kassaleigu, og haraftrat kemur havnagjald. Skal fiskurin koyrast, kostar tað eisini pening.
- Sjálv sølan um góðkenda uppboðssøluskipan er ikki hon, sum ger fiskin nakað serligt dýrari. Hetta er ein skipan, har fiskaseljarin veit, at hann fær peningin at kalla beinanvegin. Øðrvísi kann ganga, tá selt verður til útlendskar keyparar, leggur hann aftrat.
Í morgun, tá Sosialurin tosaði við Fiskamarknað Føroya, fingu vit upplýst, at seljarar í fjør rindaðu í miðal eini 10 oyru fyri kilo fyri søluna.
- Í ár, nú fiskaprísurin hevur verið lægri, er sølugjaldið soleiðis eisini uppaftur minni. Sølugjaldið er 0,75% av søluvirðinum, og tað merkir, at liggur miðalprísurin fyri kilo á umleið 10 krónum, er sølugjaldið 0,75 oyru fyri kilo, siga tey á FMF.
Skip og bátar kunnu selja sína veiði, sum fer til virkingar í Føroyum, til góðkend fiskavirkir, men skal fiskurin seljast óvirkaður av landinum, er galdandi treytin hon, at veiðan fyrst skal um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.
Haraftrat er skipanin hon, at skip kunnu sigla av landinum við upp til 25% av sínari veiði í hvørjum ársfjórðingi.
Gjarna sigla
Kári Hansen sigur seg einki hava ímóti, at skip kunnu sigla av landinum við heilum fiski, tí við sínum royndum á hesum øki heldur hann, at hetta avmarkar seg sjálvt.
- Landsstýrismaðurin kann gjarna avtaka hámarkið upp á tey 25% fyri sølu uttanlands, men eg haldi avgjørt ikki, at treytin um sølu á góðkendari uppboðssølu fyri fisk, sum fer heilur av landinum, eigur at broytast.
Við atliti til avmarkaða sølukostnaðin, sigur hann seg onga meining duga at síggja í avtøku av hesi treyt.
Kári stúrur tó fyri, at landsstýrismaðurin fer at avtaka hesa treyt, tí hetta kann hann gera bara við eini kunngerð.
- Eg dugi bara slett ikki at síggja nakra sum helst meining við hesum, tí hetta tænir ongum.
Fyrrverandi reiðarin og fiskaseljarin heldur, at allir keyparar eiga at varðveita sín møguleika at bjóða upp á fisk, sum verður landaður í Føroyum.
- Allir keyparar eiga at hava sama møguleika. Hetta geldir ikki bara føroyskar keyparar, men eisini útlendskar, um teir hava hug at bjóða seg fram.
Nógvir snýttir
Av royndum sigur Kári Hansen, at tað eru ikki so fáir fiskaseljarar og skip í Føroyum, sum hava brent seg við at selja ella landa uttanlands.
- Feskur fiskur á eitt nú skotska marknaðinum er ”day by day” søla, sum hann rópar tað.
Hann vísir á, at tú kanst koma á marknaðin við fiskalast, tá marknaðurin er góður, og tá kanst tú gera eina góða sølu.
- Tú kanst koma, tá eitt ”opið hol” er, men tú kanst saktanst eisini koma dagin eftir ella nakrar dagar seinni og gera eina bummsølu.
Kári sigur, at tað eru ikki allir fiskakeyparar í útlandinum, sum eru líka erligir – fyri at siga tað pent.
- Sum fiskaseljari í Føroyum kanst tú saktans fáa lovað ein góðan prís, men tá samanum kemur, fært tú væl minni fyri fiskin. Í aðrar mátar kanst tú væl fáa ein góðan prís fyrstu og aðru ferð, men síðan fellir prísurin.
Hann sigur, at tað ikki er óvanligt, at keyparar hanga seg í eitt ella annað fyri at trýsta prísin.
- Tú fært kanska at vita, at fiskurin er ov smáur – ella at ein partur av veiðini er ov vánaligur, sjálvt um hann ikki er tað, leggur hann aftrat.
Kári sigur seg einki petti hava ímóti, at treytin við teimum 25%, sum skip kunnu landa uttanlands í hvørjum fjórðingsári, verður broytt.
- Hetta er ein marknaður, sum avmarkar seg sjálvan – alt eftir marknaðarviðurskiftunum, har fiskurin kemur.
Hann vísir á, at tað so sanniliga hevur útreiðslur við sær at selja uttanlands, bæði landingarútreiðslur, siglingarútreiðslur og mista fiskitíð.
- Sendir tú hinvegin fisk heilan av landinum, hevur hetta eisini sínar útreiðslur við sær, og umframt vanligu útreiðslurnar við landing, kassaleigu og flutningi, kanst tú heldur ikki vera vísur í, at tú fært kassarnar aftur. Tá hann hetta skjótt gerast rættiliga kostnaðarmikið, leggur hann aftrat.
Góð skipan
Kári Hansen heldur, at Fiskamarknaður Føroya er størsta frambrot í føroyskari fiskivinnusøgu í nýggjari tíð.
- Eg haldi, at vit hava eina sera vælvirkandi skipan, sum ei heldur er serliga dýrkandi fyri tann, sum selir – ella keypir og selir heilan fisk.
Hann sigur, at hava útlendingar so stóran áhuga fyri heilum føroyskum fiski, hava teir júst sama møguleika sum føroyskir keyparar at bjóða upp á fiskin, sum verður seldur á netinum. Vilja teir ikki vera við í kappingini um fiskin á okkara marknaði, er tað kanska tí, at teir hava okkurt í kvittanum. Orsøkin kann vera, at útlendsku keypararnir hava í kvittanum at ”lumpa” føroyskar fiskaseljarar, sum vit ikki so sjáldan hava upplivað.
- Eg dugi onga meining at síggja í, at fiskimálaráðharrin nú skal leggja upp til at knúsa hesa skipan, ið hevur havt so stóran týdning fyri okkara fiskivinnu, bæði á sjógvi og landi.
Kári heldur, at úttalilsini hjá Jacobi Vestergaard eru púrasta ørvitiskent.
- Hvat vil landsstýrismaðurin í veruleikanum við ætlaðu broytingunum? Hetta má vera onkur fólkafloksætlan av einum ella øðrum slagi – og við eini ella aðrari ”hensikt”, heldur fyrrverandi reiðarin og fiskaseljarin.
Smærri virkir
Við Fiskamarknaði Føroya fingu eisini tey smáu fiskavirkini í Føroyum ein møguleika at virka á jøvnum føti við tey stóru virkini.
- Hetta hevur havt stóran týdning fyri fleiri fiskaframleiðarar, sum hava vælrikin virki, ið hava havt stóran týdning fyri virksemi og fyri føroyska fiskaframleiðslu.
Kári Hansen heldur ikki, at tað verður nakar vinnari við avtøku av treytini um sølu um góðkenda upppboðssølu, tá óvirkaður fiskur verður útfluttur.
- Eg dugi soleiðis slett ikki at síggja, at ætlanin hjá Jacobi Vestergaard gevur nakra sum helst meining, og eg vóni ikki, at hann ger álvara av sínum ætlanum, ið kunnu fremjast bert við eini kunngerð, sigur fyrrverandi reiðarin og fiskaseljarin.