Spurningurin, hvørt tað er rætt at veita kreppuraktu rækjuvinnuni stuðul er aftur aktuellur. Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um FAS-skipan til rækjuflotan setti í seinastu viku kílar í samgonguna. Tjóðveldisflokkurin heldur seg aftur, og heldur ikki, at tað er rætt at veita rækjuvinnuni stuðul.
Fólkaflokkurin heldur tvørturímóti, at stuðul er ein møguleiki, og flokkurin umhugsar uppskotið hjá Sambandsflokkinum. Fólkafloksmaðurin og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, tekur undir sjónarmiðjunum hjá floksfeløgunum hjá sær..
? Eg haldi tað er rætt, at vit veita rækjuflotanum ein tiltrongda hjálp. Um tú kallar tað stuðul ella hjálp er fyri so vítt líkamikið, men eg taki undir við, at vit eiga at lata stuðul til rækjuvinnuna í avmarkaða tíð.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vísir á tær stóru upphæddir,
sum rækjuskipini hava vunnið til føroyska samfelgið gjøgnum árini. Hann nevnir Arctic Viking sum dømi. Síðan rækutrolarin hjá kollfirðingum kom í føroyska flotan í 1986, hevur báturin vunnið 800. mio krónur, sum á ein ella annað hátta hava verið runt í føroyska samfelagnum.
Jacob Vestergaard heldur, at tað verður eitt stórt bakkkast fyri føroyska samfelagið, um hesar upphæddir svinna brádliga úr føroyska búskapinum.
Vantandi semja
Bæði formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen og reiðarin á Hvilvtenni, Kjartan Joensen, hava lagt Jacob Vestergaard undir fyr at gera ov lítið við kreppuna í rækjuvinnuni.
Kjartan fýltist á, at ov lítil politiskur áhugi er fyri rækjuvinnuni, og Óli Jacobsen helt, at Jacob Vestergaard ikki rætt hond síðu fyri at hjálpa rækjuvinnuni
? Tað passar, at tað er alt ov lítil áhugi fyri rækjuflotanum. Felagið Rækjuskip gjørdi eina frágreiðing, har teir komu við hugskotum, hvussu karmarnir hjá vinnuni skuldu betrast. Umframt FAS skipanina, nevnir felagið millum annað stuðul til olju og flutning. Hugskotini hjá teimum fingu tá bara ongan politiskan stuðul í samgonguni. Eftir, at eg varð settur sum landsstýrismaður, vendi felagið Rækjuskip seg aftur til mín. Eg legði hugskotini aftur fyri samgonguna, men heldur ikki hesaferð, fingu uppskotini nakran stuðul. Skal eg leggja nakað uppskot fram, er neyðugt at semja er í samgonguni, og tað hevur tað ikki verið higartil, og tí er uppgávan trupul, greiðir Jacob Vestergaard frá.