Í næstu viku fer Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag til Céneve á fund saman við fiskimannadeildini innan ITF. Sjálvur er Óli formaður í hesi deildini innan ITF.
Á hesum fundinum fer hann at taka upp málið um føroyska skiparan, Sigmundur Andreassen, sum í meir enn fýra mánaðir hevur verið á oynni Reunion eystanfyri Madagaskar uttan pass.
? Skipanin í hesum oyggjasamfelagnum er sera ymisk frá okkara, og alt koyrir sera tungt. Tí er ikki so lætt at fáa gjørt nakað frá okkara síðu, men vit vilja royna, sigur Óli Jacobsen.
Møguleika
at sleppa heim
Óli heldur kortini, at tað skuldi verið møguleiki fyri, nú Sigmundur bíðar at fáa málið fyri rættin, at hann kann sleppa heim, um hann lovar at koma aftur, tá ið málið kemur fyri aftur.
Umframt gjøgnum ávirkanina í ITF fer Óli eisini at royna at fáa ávirkan gjøgnum ILO, sum er ein arbeiðsmarknaður undir ST.
Fiskimannafelagið hevur ikki fingið nakra beinleiðis áheitan um at taka málið upp, sigur Óli. Kortini sigur hann, at tað ikki er nøkur umbering fyri, at teir nústanni fara at gera nakað við málið.
Óli veit ikki meir enn tað, sum Sosialurin skrivaði í blaðnum fríggjadagin um fyrrverandi Borðoyarnes og núverandi Golden Eagle. Áðrenn teir fáa nakað meir at vita í hesum málinum verður ikki lætt at gera nakra ávirkan galdandi, sigur Óli. Tað verður fyrst og fremst málið um Sigmundur Andreassen, sum teir fara at arbeiða við.
Ikki mynstraðir undir føroyskum flaggi
Ein skuldi tó hildið, at tað var Skipara & Navigatørfelagið, sum mest fór at arbeiða við málinum. Men so er ikki, og tað hevur eisini sína grund.
? Skipara & Navigatørfelagið hevur limaskap í ITF, og tí er tað har, vit best fáa gjørt okkara ávirkan galdandi. Einsamallir veit eg heldur ikki, hvat og hvussu vit møguliga skuldu fáa nakað gjørt, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara & Navigatørfelagnum.
Eitt annað, sum eisini ger seg galdandi, er at Sigmundur ikki var mynstraður eftir sáttmálanum millum Skipara & Navigatørfelagið og reiðaríðið, vísir Ellintur á. Teir, sum sigla undir øðrum flaggi enn føroyskum, verða nevnliga ikki mynstraðir eftir hesum sáttmálanum. Flestu skip við føroyskari mannin, sum fiska á hesum økinum, sigla nevnliga undir øðrum flaggi.
Ellintur sigur eisini, at teir ikki hava fingið nakra beinleiðis áheitan um at gera nakað í hesum málinum.