Fiskimannafelagið í fríum falli

Henda grein kemur nústani, tí eg vildi ikki órógva formansvalið í FF. Men tað, sum hendi á landsfundinum hjá FF og aftaná skal ikki fara aftur við borðinum ósvarað

Tað var greitt, tá ið Jan Højgaard kom fram fyri trimum árum síðani, at hann livdi í eini fantasiverð, har øll vóru figgindar. Formansskapin í FF skuldi hann nýta at hevna tann innbilta órætt, sum hann skuldi hava liðið frá samfelagnum.

Kennir ikki mun á sannleika og ósannleika

Tað kundi skjótt staðfestast, at henda meting av JH helt væl og virðiliga. Tað hevur hvørki verið høvd ella hali í hansara embætisførslu. Støkutakanir hava skift frá degi til dags. Sáttmálasamráðingar hava verið púra kaotiskar. Tí er eisini lítið og einki komið burtur úr, samlað úrslit fyri trý ár 5 kr um dagin! Tað skal onkur hava skuldina fyri.
Samb. JH er hvør maður “skálkur”, fyri at nýta eitt felags orð um tey ókvæmisorð hann brúkar um sínar uppfunnu fíggindar.
Við hesum eginleika fylgir eisini, at hann dugur ikki at skilja millum sannleika og lygn. Alt verður snarað, so tað passar við hansara nærum sjúkligu fíggindamynd
Tí er meginparturin av tí, hann sigur, ósatt ella groft manipulerandi, sum er líka ringt.

Veit ikki, hvat hendir um hann

Eitt dømi av mongum er ivaleyst at prógva tað. Seinasta heyst boðaði JH frá, at nakrir mans vóru koyrdir úr felagnum.
Hann greiddi Sosialinum frá, at tað var ein samd nevnd, sum stóð aftanfyri avgerðina. Tá so nevndarlimir søgdu seg einki at vita um hetta, var frágreiðingin tann, at JH helt, at tað var semja. So fór hann at leita í gerðabókina, og tá mátti hann ásanna, at tað var eingin samtykt yvirhøvur. Tískil var fráboðanin eisini ógyldað.
Hann prógvaði sjálvur í hesum máli, at hann veit ikki eingong, hvat hann sjálvur ger, sjálvt í einum stórmáli sum hesum.
Henda útkoyring hevði undir øllum umstøðum verið ógyldug, tí hon kann samb. galdandi rætti ikki fremjast uttan at viðkomandi eru hoyrdir. Men JH fylgir ongum reglum ella mannagongdir, hvørki skrivaðar ella óskrivaðar. Tíðindini um ógyldaðu og ólógligu útkoyringina finnast framvegis á heimasíðuni hjá FF.

Landsfundurin vísti botnstøðið hjá felagnum

Fremsta orsøkin til hesa grein er frásøgnin, sum útvarpið hevði frá landsfundinum hjá FF tann 29. desember. Hon vísti greitt eitt felagið í fríum falli.
Meðan onnur feløg á landsfundum umrøða støðuna hjá teirra limum og royna at koma við uppskotum um batar, so fann útvarpsmaðurin bert eitt av áhuga til sína frásøgn. Hetta var, hvussu eg varð niðurgjørdur uttan at vera til staðar, og hvussu JH legði á egnar nevndarlimir.
Tað var “stuttligt” at kenna røddirnar aftur á teimum, sum runnu uppá talarastólin at bakka hesum sjónarmiðum hjá JH upp.
Ikki minst áhugavert var tað, at í hesum “útvarpskóri” var eisini manning á heimsins mest framkomna fiskiskipi. FF við mær sum formanni hevur við sáttmálum á økinum saman við øðrum slóðað fyri hesum skipi.
Henda manning hevur inntøkur og umstøður, sum onnur ikki so frægt sum tora at hugsa um.
Hesir menn hava fingið optimalan vinning av skattalættanum, sum eg var í fremsta røð at útvega teimum, og sum eg havi gingið gjøgnum sjógv og eld fyri at varðveita. Tað hevur sanniliga ikki bara verið stuttligt.
Tað er áhugavert, at størstu illvild havi eg kent frá parti av manning á júst hesum skipi, sum umframt framúr stóra inntøku hevur fingið upp til kr. 400.000 í sín part av skattalættanum síðan 1998, og sum framvegis fáa kr. 30.000 árliga, so leingi skipanin verður í gildi. Tað sum JH hevur skaffað teimum er til sammetingar kr. 1.000 árliga.
Hetta legggi eg annars einki í. Tað sigur nógv meira um hesar menn, enn tað sigur um meg sjálvan. Men hetta var og er tøkkin!

Funnið fíggindar í egnu nevnd

Í síni áhaldandi leitan eftir “fíggindum” er Jan Højgaard nú komin til teir í síni egnu nevnd, sum loyva sær at vera ósamdir við honum. Fyri opnari útvarpsmikrofon leggur hann hesar undir at mótarbeiða felagnum og fiskimonnum. Hetta endurtekur hann enn grovari í greinum í Dimmalætting og Sosialinum fyrst í januar og sjálvsagt við ósannindum.
Hetta er annars so eyðkent fyri menn við ongum førleika. Tað er ongantíð teirra skuld, at tað ikki gongst eftir vild. Tað ræður um at finna syndabukkar, sum skulu hava skuldina.
Henda framferðin er óhoyrd í skipaðum feløgum. Í míni tíð kom tað ikki fyri eini einastu ferð, at nøkur ósemja um felagsmál kom alment fram. Allar ósemjur vóru greiddar innanhýsis.
Eg kenni ikki til annað enn loyalar nevndarlimir. Hetta er ikki minst galdandi fyri teir, sum JH á henda skammleysa hátt roynur at gera til syndabukkar fyri sín egna ódugnaskap. Hetta eru menn, sum hava tænt felagnum í upp til fleiri ártíggir. Umframt at vera loyalir eru teir eisini konstruktivir.
Teir hava verið nógv meira loyalir móti JH enn nakar annar hevði verið, tá hugsað verður um viðferðina, hann hevur givið teimum. Millum annað hevur hann tilætlað lagt avgerandi nevndarfundir um stórmál, tá ið hesir menn ikki hava verið heima, hóast ríkiligt av tíð hevur verið at leggja fundirnar, tá ið allir kunnu vera til staðar. Hann hevur tískil forðað helvtina av sýsluformonnunum at vera við til endaligu viðgerðina.
JH boðar ikki eingong hesum nevndarlimum frá tiknu avgerðunum. Hetta er so óheiðurligt, at tað finst ikki orð fyri tí. Og so tosar maðurin um etikk hjá øðrum!

Tá sannleikin er útspilling


Tað sigur seg sjálvt, at tá ið eitt formansskifti førir til slíkar opnar ósemjur, og nevndin annars er tann sama, so er tað sjálvsagt nýggi formaðurin sum er orsøkin. Opið stríð er sjálvsagt skaðiligt, men Jan Højgaard leggur einki í, um hann syndrar felagið, bert hann sjálvur flýtur omaná. Men hann er ikki einsamallur. Tað eru enntá menn sum bæði á landsfundi, endurgivið í útvarpinum, og bløðunum takka Jan fyri hetta hansara avrik.


Jan Højgaard sigur meg hava spilt seg út. Alt sum eg havi ført fram er fakts, sum eru alment kend og sum kunnu prógvast. Men tá sannleikin er útspilling, sigur tað væl nóg nógv!
Men sjálvur bakkar hann ikki fyri útspilling við ósannindum, sum er spunnin í hansara sjúka hugaheimi, og sum hann goysir yvir øll, sum loyva sær eina aðra hugsan.
Hann leggur til dømis meg undir at hava vent fiskimonnum í hurðini, tá ið teir hava vent sær til felagið. Hetta er sjálvsagt sami heilaspuni, sum alt annað hjá honum.
Men ofta leggja fólk, sum hann, onnur undir teir eginleikar ein sjálvir hevur. Tað er alment kent, hvussu orðalagið er hjá JH, har Gud og hvør maður verður lagdur undir óheiðurligheit. Hetta ger hann eisini, tá hansara skuldsetingar eru avvístar av rættinum.
Eg veit eisini, hvussu “kristiligt” orðalagið er hjá Jan Højgaard í aðrar mátar er móti teimum, sum bert loyva sær at vera ósamd við hann. Skal bert siga, at hetta er ikki borðbært, og so kann lesarin hugsa sær til restina.

Verður stýrdur av øðrum

Hansara grugguti hugaheimur sæst eisini, tá ið JH sigur um limagjaldið hjá fiskimonnum, at tað fyrr “fór til kostnaðarmikla blaðútgávu, ið hvørki fíggjarliga ella á annan hátt sást aftur sum nakar vinningur fyri limirnar.”
Hetta verður sagt um fremsta fakfelagsblað sum hevur verið í Føroyum og nógva aðra staðni við, har tað
kunnaði limirnar um alt virksemi felagsins, íroknað ferðir
vardi sjónarmið fiskimanna í øllum málum millum annað við skattaskipanini, har JH segði tann dagin, hann tók við, at henda skattaskipan als ikki var týdningarmikil!
Hevði fiskivinnutíðindini, sum aðrir ikki høvdu
Fekk niðurfelt stóran part av søgu- og lagnusøga fiskimanna.

Hetta kemur frá manni, sum stendur fyri teirri avgjørt ringastu kunningini av limunum, sum nakað felag hevur. Meginparturin av tí, hann kemur við, er antin ørvitistos ella ósannindi.
Men so merkiligt er tað, at tað tykist at vera hetta, sum telur hjá fiskimonnum.
Og hann skal tosa um kostnað! Hann, sum brúkar stórar upphæddir til uttanfelagsfólk fyri at røkja upplagdar formansuppgávur, sjálvt sáttmálasamráðingar!
Kanska eisini til tann, sum førdi pennin í hesi grein. At skriva eina slíka grein einsamallur hevur JH als ikki førleika til.
Tá slík hjálp krevst og førleikin er lítil, er eisini stórur vandi fyri at verða stýrdur av hesum uttanhýsis kreftum. Tað eru fleiri greiðar ábendingar um, at hetta eisini er hent.
JH hevur nevniliga fleiri ferðir gingið beint ímóti áhugamálum hjá egnum limum fyri at tekkjast áhugamálum hjá viðkomandi. Eitt dømi er, tá ið hann hevur sett seg ímóti at fiskimenn kunnu virka fisk av landgrunninum umborð. Ein møguleiki sum kundi bøtt um støðuna hjá fiskimonnum
Eitt annað dømi er, at beinleiðis arbeiddi fyri at beina fyri Norrønu, størsta arbeiðsplássinum hjá limum í FF.
Hann er so eirindarleysur, at hann sigur seg einki fortreð av, at fiskimenn og sjómenn av hansara ávum frá degi til dags missa síni arbeiðspláss.

Nú kom hevndin

So seint sum 1. februar váttaði JH annars, hvat dupultmenniskja hann er. Sama dag sum hann sigur seg í Sosialinum vóna felags stev í nevndini, hevur hann á sera ivasomum grundarlagi fingið næstformannin í felagnum settan frá í úrtíð.
Nú fekk Jan Højgaard endiliga hevnd móti einum, sum ikki longur vildi finna seg i hansara valdsmisnýtslu.
Hetta er ein ótrúliga vanvirðislig viðferð av manni, sum í nærum 40 ár hevur verið álitismaður hjá fiskimonnum.
Tað kundi ikki roknast við øðrum hjá tí, sum hevur fylgt við í muruni og eirindaloysinum hjá Jan Højgaard.
Men hetta vísir eisini støðið hjá nevndarlimum, sum hava arbeitt saman við Eyðun í mong ár uttan eitt øvugt orð, at teir á hendan hátt stinga hann í bakið.
Endamálið er upplagt at fáa rikið teir í nevndini á dyr, sum tað er skil í. Tá skal nokk blíva friður í Fiskimannafelagnum, men tað verður ein deyðans friður. Einum felag við slíkari manning, sum tá verður eftir, kann ikki verða lív lagað.

Kenni ikki fiskimenn aftur

Ein serlig fíggindamynd hjá JH hesa ferð vóru reiðarar hóast fiskimenn og reiðarar hava nógv meira til felags enn aðrir løntakarar og arbeiðsgevarar, nevniliga at fáa mest møguligt til býtis.
Tað eru hesar “dygdir” hjá Jan Højgaard sum hava fingið uppbakking frá stórum meiriluta av fiskimonnum. Teir kunnu í hvussu er ikki siga, at teir ikki kundi vita, hvat teir valdu, tí alt hetta er alment kent.

Soleiðis haldi eg meg ikki hava kent fiskimenn. Teir hava verið eitt stolt og konstruktivt fólkaslag, sum hava verið ernir av sínum yrki. Tí hava teir verið viðurkendir fyri sín leiklut í samfelagnum. So lættir vóru teir at koppa.
Men halda teir, at hetta gagnar teirra støðu og teirra virðing millum fólk, ja, so er hetta so demokratiskt, sum tað kann vera.