Morgunmatur er á Fiskimannafelagnum

- Endamálið við átakinum í morgun er, at vit kunnu hava eina hugnaliga løtu saman, siga tey í Føroya Fiskimannafelag, sum bjóða felagslimum inn á gólvið allan fyrrapartin í dag

 

Í Føroya Fiskimannafelag eru tey í morgun farin undir eitt nýtt átak, har felagið bjóðar limum á gátt til hugna í Lugarinum, sum tey rópa tað.

 

Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur í eina tíð havt tiltakið, Brúgvakaffi, sum hevur savnað nógvar limir til ein drekkamunn í felagshølunum.

 

Í morgun tekur so eisini Føroya Fiskimannafelag táttin upp.

 

- Vit ætla at hava hugna í Lugarinum av og á, har vit bjóða okkara limum at verða hjartaliga vælkomnir í Lugarið á Bryggjubakka, her felagið heldur til.

 

Í Føroya Fiskimannafelag vísa tey á, at eisini í morgun er møguleiki at seta spurningar til felagsformannin, og annars er høvi at sita saman og tosa um mangt og hvat.

 

- Á løtuni í morgun, sum verður frá klokkan 10 til 12, bjóða vit kaffi, rundstykkir og vinarbreyð.

 

Endamálið við átakinum er, at felag og limir kunnu hava eina hugnaliga løtu saman - í Lugarinum á Føroya Fiskimannafelag.

 

- Tað er ikki neyðugt at boða frá luttøku - tað er bara at møta upp, og allir imir eru hjartaliga vælkomnir, verður lagt.