Fiskimannaverkfallið: Einki røkist fyri loysn

Síðan samráðingarnar millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag slitnaðu nakrar dagar fyri jól, hevur einki samband verið millum partarnar í trætuni Í morgun ringdu vit til partarnar í sáttmálatrætuni millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag fyri at fregnast eftir, um nakað samband hevur verið millum feløgini seinastu dagarnar.

Telefonirnar hjá Vibergi Sørensen, formanni í Føroya Reiðarafelag og Terja Sigurðssyni, semingsmanni, svaraðu ikki.

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur, at einasta samband, hann hevur havt við Viberg Sørensen var eitt óformelt prát ein dagin herfyri, tá ið teir av tilvild vóru til eitt tiltak saman.

- Eg segði óformelt við Viberg, at reiðararnir eru vælkomnir at seta seg í samband við okkum, um teir halda, at okkurt er at tosa um millum partarnar.

Síðan hevur Jan einki hoyrt aftur.

Undir samráðingunum bjóðaði Føroya Reiðarafelag sær at leingja verandi sáttmála, hóast oljan er nógv dýrkað, men Føroya Fiskimannafelag vrakaði eisini hetta uppskot.

- Vit hava nøkur viðurskifti, sum vit ynskja at fáa í ein nýggjan sáttmala, og tað er ikki bara eftirlønin, sum vit tosa um.

Jan Højgaard sigur, at Føroya Fiskimannafelag ynskir at fáa onkrar smærri broytingar við, og felagið ynskir eisini at taka spurningin um túralongdina upp.

- So leingi, sum reiðararnir ikki vilja gevast við at tosa um luttøku í oljuútreiðslunum, hava vit ikki so nógv at samráðast um, heldur formaðurin í Føroya Fiskimnannafelag.

Í morgin heldur felagið landsfund í Norðurlandahúsinum, har einir 100 mans plaga at møta til fundar.