Fiskimenn og reiðarar nýggjan sáttmála

- Enn er langt á mál, og enn eru stór tøk, sum skulu takast. Men, vit hava hóast alt fingið nakað inn aftur til okkara limir, sigur Jan Højgaard.

Eftir samráðingar síðan 20. januar í ár rukku partarnir í dag á mál.

 

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum og Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum, skrivaðu seinnapartin undir nýggja sáttmálasemju, sum er galdandi fram til 1. apríl 2017.

 

- Tá sáttmáli varð undirskrivaður í 2011, var støðan í flotanum so vánalig, at manningarfeløgini tá kendu seg noydd at lata nógv frá sær til reiðararnar, og í 2013 hendu at kalla ongar betringar í so máta.

 

Tí fegnast Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, í dag um, at tað hesaferð er eydnast at fáa nakað inn aftur av tí, sum varð latið út í 2011.

 

- Enn er langt á mál, og enn eru stór tøk, sum skulu takast. Men, vit hava hóast alt fingið nakað inn aftur til okkara limir, og serliga í tí partinum av flotanum, sum er ringast fyri, sigur hann við heimasíðuna hjá Fiskimannafelagnum.

 

Við nýggju semjuni er býtisprosentið hjá botnfiskatrolarunum aftur tað, tað var í 2011, línugjaldið er strikað, dagískoytið, sum kokkar fáa fyri at proviantera, hækkar og menn, sum sigla fast við ávísum skipi ella hjá ávísum reiðaríi, fáa eina upphædd um árið sum ískoyti til arbeiðsklæði. 

 

Eisini hevur nýggja semjan við sær, at fiskimenn í heimaflotanum nú umframt jólaaftan og jóladag eisini eru tryggjaðir frí 2. jóladag, og nýggjar orðingar tryggja bæði fastari manning og avloysarum tryggari og greiðari setanarviðurskifti.

 

Nýggja sáttmálasemjan er galdandi til 1. apríl 2017. Tað er eisini ein broyting, tí higartil hava sáttmálaskeiðini gingið til ein 1. januar. 

 

- Men, seinastu árini hevur hetta givið trupulleikar, tí Reiðarafelagið hvørt ár undan jólum og um nýggjársleitið er upptikið av millumlanda fiskivinnusamráðingum. Tí samdust partarnir um at flyta sáttmálaskeiðið, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.