Fiskimenn tosa eisini um fastlønarskipan

Ein fundur á Klaksvíkar Sjómansheimi, sum Føroya Fiskimannafelagið skipaði fyri seinnapartin týsdagin, viðgjørdi eina fastlønarskipan fyri fiskimenn. Áður hevur Føroya Skipara-og Navigatørfelag eisini havt henda spurning frammi

Fastlønarskipan

Á aðalfundi í Føroya Skipara-og Navigatørfelag millum jól og nýggjár, nam formaður felagsins, Eyðstein Djurhuus, við spurningin um setanar-og lønarviðurksiftini hjá fiskimonnum. Hann helt, at tíðin helst er komin til eina munandi nútímansgerð og vísti á kappingina, sum fiskiskipavinnan fær frá altjóða farma-og frálandaskipum, eitt nú við javnari mánaðarløn, pensjón, skipaðari frítíð og áhaldandi eftirútbúgvingum.
- Hetta hevur alt stóran týdning, tá ungir navigatørar velja sær starv, segði Eyðstein Djurhuus, formaður felagsins.

Eisini dekkarar
Føroya Fiskimannafelag hevur nú eisini tikið spurningin um fastlønarskipan upp, og seinnapartin týsdagin helt felagið fund á Klaksvíkar Sjómansheimi fyri limum, ið høvdu hug at viðgera henda spurning.
Einir 30 mans møttu á fundinum, har høvuðsmálið var ein fastlønarskipan fyri fiskimenn.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at hetta var ein góður fundur, har limirnir í felagnum eisini viðgjørdu inntøkutrygdina og ymiskar tryggingarspurningar.
Hann sigur, at fiskimenn eru positivir fyri eini fastlønarskipan, sum hevur grundarlag í sáttmálanum millum fiskimenn og reiðarar.
- Vit hava fastlønarskipanir umborð á pelagisku skipunum, og nú er so ætlanin at fáa slíkar skipanir umboð á flakatrolararnar.
Jan Højgaard sigur, at ein fastlønarskipan er eitt mál, sum er í stoypiskeiðini, og tí enn torført at siga, hvussu ein slík skipan kann fáast í lag um allan fiskiflotan. Hann heldur, at tað hevði havt týdning fyri fiskimenn, tá teir eitt nú skulu tosa við bankar um privat viðurskifti, at teir kundu víst á eina fasta løn.
- Vit hava skiftiskipanir umborð á partrolarum, men enn vita vit ikki, hvussu onkur betri skipan kann fáast fyri línuflotan, sum seinnu árini ikki hevur havt sínar bestu dagar.

Varðveita trygdina
Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at fiskimenn vilja halda fast um almennu inntøkutrygdina. Hetta kom eisini fram á fundinum í Klaksvík týsdagin.
- Eingin tímur út á hav, um ikki ein ávís trygd er fyri, at okkurt fæst burtur úr, og tí vilja fiskimenn varðveita inntøkutrygdina, sum hevur verið galdandi langt aftur í tíðina, sigur Jan Højggaard.
Landsstýrið hevði annars ætlanir um at taka játtanina til inntøkutrygd av fíggjarlógini fyri 2010, men við tað, at nevndin, sum sat og viðgjørdi hetta mál, ikki náddi undir land, er lógin framvegis galdandi, sum gevur fiskimonnum rætt til almenna inntøkutrygd.
Ætlan landsstýrisins er annars, at inntøkutrygdin við tíðini skal leggjast út til partarnar á arbeiðsmarknaðin, reiðarar og fiskimenn, at umsita – og gjalda.