Fiskimannafelagið heldur, at fiskimenn fáa ov lítið í løn.
Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
Fiskimannafelagið hevur sagt sáttmálan við Reiðarafelagið upp til at fara úr gildi tann 30. november.
Sostatt skulu samráðingar verða um nýggjan sáttmála í næstum.
Jan Højgaard sigur, at enn hevur nevndin í Fiskimannafelagnum ikki verið saman á fundi og sostatt hevur felagið heldur ikki úgreinað krøvini til Reiðarafelagið í sambandi við tær komandi samráðingarnar.
Men kortini staðfestir formaðurin í Fiskimannafelagnum, at fiskimenn eru av teirri áskoðan, at hýruprosentið er nakað lágt.
- Tí er onki at ivast í, at nú samráðingar verða aftur, fara vit at royna at fáa hýruprosentið upp, sigur hann.
Meiri frítíð
Hann leggur afturat, at eitt, sum fer at viga tungt í samráðingunum, er, at fiskimenn vilja hava meiri frítíð.
Í hesum sambandi fer Fiskimannafelagið at krevja, at fiskimenn skulu fáa fríð í eina tíð á jólum.
Hann ásannar, at tað longu nú er vanligt, at tey flestu skipini liggja á jólum og nýggjárunum kortini.
- Tað veit eg væl, men vit vilja hava tað staðfest í sáttmálan, sigur hann.
Hinvegin er formaðurin í Fiskimannafelagnum fullgreiður yvir, at at tað eru ringar tíðir í fiskivinnuni, so hann veit eisini, at krøvini kunnu ikki vera ov hørð.
Les eisini greinina: Reiðarar ikki ráð til kollveltandi broytingar og greinina: hava ikki tikið støðu