Tann 14 juni fara tríggir føroyingar til Danmarkar at luttaka í stóru fitness kappingini Natural Power Fitness, sum fer fram í Herning.
Tey trý, ið umboða Føroyar eru teir báðir FM vinnararnir í fitness í ár David A. Galán og Árna Fjallstein, og so luttekur eisini Jórun Mørkøre. David og Árna gjørdust føroyameistarar í fitness í gjárkvøldið, og umframt heiðurin og heitið, so sleppa tey eisini við til Natural Power Fitness í Danmark. Jórun Mørkøre, sum bleiv FM vinnari seinasta ár, hevur sjálv meldað seg til kappingina nakað síðani, og sostatt luttekur hon eisini.
- Hetta er fyrstu ferð, tað verður skipað fyri eini slíkari kapping í Skandinavia, og tað, sum er heilt serligt við hesi kappingini, er, at als eingi evni ella ískoyti av nøkrum slag eru loyvd, og tað ganga fyrireikararnir sera høgt uppí, sigur Jákup Jacobsen, ið er ein av fyrireikarunum av FM í Fitness kappingini.
Stranga eftirlitið merkir, at luttakararnir millum annað skulu til nakrar heilt serligar kanningar.
- Tey skulu avlevera nakrar urinroyndir, og so skulu tey eisini gjøgnumføra eina sokallaða lygnkanning, ella tað sum tey flestu kenna sum eina “lie detector” kanning. Og hetta verður gjørt fyri at fyriskipararnir av kappingini kunnu tryggja sær, at luttakararnir hava hildið seg hundrað prosent frá ólógligum evnum ella ymsum tilskotum við vónini um at klára seg betur í kappingini, greiðir Jákup Jacobsen frá.
Kappast verður í trimum greinum, sum luttakararnir sjálvir hava meldað seg til. Árna Fjallstein luttekur í Natural Bikini, meðan David A. Galán og Jórun Mørkøre skulu royna seg í greinini Natural Power Fitness.