Fitt gáva til fíggjarvinnuna

Eitt av tiltøkunum í tí pappírsleysu semjuni er at lækka partafelagsskattin niður í 27 prosent. Henda ætlanin hevur til endamáls at skapa betri umstøður hjá fiskivinnuni at klára seg og at endurnýggja seg.

Sambært teimum upplýsingum, sum higartil eru komnir fram, rindar fiskivinnan lítið og einki í partafelagsskatti, men sjálvandi, um tað fer at gangast betri, so fer henda skattalækkingin at gera mun.


Allir føroyingar taka undir við, at høvuðsvinna okkara skal hava góðar karmar at virka í, so hon bæði verður lívfør og burðardygg. Ti hava fólk einki ímóti, at partafelagsskatturin lækkar niður í 20 prosent, tá tað snýr seg um fiskivinnuna.


Men tað fer fyrst og fremst at gagna fíggjarvinnuni, um partafelagsskatturin verður lækkaður. Og spurningurin er, um tað er neyðugt at lækka partafelagsskattin, so Føroya Banki, Tryggingarfelagið Føroyar og sparikassarnir sleppa lættari.


Fíggjarvinnan rindar kanska einar tveir fimtapartar av tí partafelagsskatti, sum kemur inn í ár. Metingarnar hjá Fíggjarmálastýrinum siga, at inntølkan frá partafelagsskattinum fer at liggja um 200 milliónir krónur, so henda inntøka fer at lækka einar 50 milliónir krónur.


Tað merkir, at landskassin fær einar 30 milliónir minni og kommunurnar fáa einar 20 milliónir krónur minni í skattainntøku. Tað virkar, sum um samgonguflokkarnir ikki hava tikið við, at bæði land og kommunur missa inntøku, og at næstan bara fíggjarvinnan fær ágóða av at lækka partafelagsskattin.


Hinvegin kann hugsast, at fyritøkur, sum hava gjørt nógv fyri at sleppa undan at gjalda partafelagsskatt, fara at gjalda skatt, nú hann lækkar umleið ein fjórðing. So meira kemur kanska inn. Í øllum førum skuldi ein lækking stimbra, tí lækkar patafelagsskatturin niður í 20 prosent, hava Føroyar næstlægsta partafelagsskattin í Evropa. Bara Írland er niðanfyri.


Men hugsast kann, at serliga hetta - at uppskotið gagnar næstan bara fíggjarvinnuni og at tað hevur keðiligar avleiðingar fyri kommunurnar - fer at fáa tingfólk at venda sær burtur frá uppskotinum. Spurningurin er so, um tað ber til at differentiera partafelagsskattin, so hann bara lækkar fyri fiskivinnuna? Ella fer tað at vera ov torført at umsita tvær ásetingar fyri partafelagsskatt?


Allur bati bøtur, men sum støðan nú er, hevur ein lægri partaelagsskatur lítlan og ongan týdning fyri fiskivinnuna. Hinvegin er lækkingin ein fitt gáva til fíggjarvinnuna.