Mikukvøldið kl. 19 t.e 14. apríl verður fjølbroytt konsert í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Tey sum spæla eru gamlir kenningar, eitt nú Eiðis ljómfelag og so nøkur nýggj orkestur, sum spæla lættari tónleik.
Eitt barnakór luttekur undir leiðslu av Jóanes S. Hansen. Kórið hevur sungið til kirkjukonsertir bæði á Eiði og Norðskála.
- Sigast má, at Jóanes S. Hansen dugir ógvuliga væl at fáa sangin hjá børninum at ljóma reint og musikalst. Til tey sang- glaðu er tað ein fragd at síggja og hoyra, siga fyrireikararnir.
- Útvarpið hevur um páskir gjørt nakrar sendingar um Evert Tabue, og tað hevur givið íblástur, og fara vit at hoyra »Så skimrande var aldrig havet«.
Tey sum lutaka eru:
Gittar og sangur v/Nielsi Midjord
Eiðis ljómfelag
Norðljómur
Orkestrið á Forunum
Samanspæl við Agnar Lamhauge
Barnarøddir v/Jóanes S. Hansen
Klaver næmingar