Musikkstevnan fyri blásarar var hildin leygardagin, 1. mai, í høllini Sørvágs skúla. Ljóðviðurskifti, pallur, áhoyrarapláss og sjálvur karmurin var góður. Dýrdarveður var hendan dagin meðan spælararnir marsjeraðu teinin eftir Niðaravegi til skúlan undan konsertini.
Tað er ikki lætt at marsjera og spæla í senn, og ætlanin var neyvan at marsjera í framsýningaranda, men heldur at gera vart við tiltakið og fyri at seta dám á stevnuna.
Vertirnir, Sørvágs Tónleikarfelag við Stefan Simonsen sum dirigenti, løgdu fyri og spílaðu seg rættiliga út. Tveir fyrrverandi musikkskúlalærarar, Andrés Helgason úr Íslandi og Peter Betley úr Bretlandi, sum tað tíðarskeiðið teir vóru her, vóru leiðarar hjá orkestrinum, spældu við á konsertini eins og fleiri aðrir stuðulsspælarar.
Orkestrið hátíðarhelt fjøruti ára stovningardag, og í tí sambandi hevði orkestrið bílagt ein marsj, Vágamarsjin, frá bretanum Goff Richards, sum sjálvur stjórnaði væl skrivaða marsjin við góðum skiftum millum tað hátíðarliga og tað lagakenda. Richards leggur í tónasmíði sínum serligan dent á tað rútmiska, men fekk eisini mjúkari spæl fram í væl spælda miðpartinum. Marsjurin krevur hampuliga gott orkestur, men tónasmiðurin hevur hegnisliga smíðað soleiðis, at veiku partarnir eisini ljóða væl.
Goff Richards arbeiðir í gerandisdegnum sum tónaskald, leggur til rættis og dirigerar útvarps- og sjónvarpstónleiki hjá BBC. Hann er dómari til ymiskar kappingar og arbeiðir innan fleiri tónleikasløg, men her er hann best kendur fyri leiklutin innan horntónleik.
Vestmanna Hornorkestur við Atla Petersen sum leiðara, hevur unga manning og so at siga allir spælararnir eru musikkskúlanæmingar hjá Atla. Orkestrið hevur góðan klang, og tað tykist sum teimum dámar at vera saman og spæla. Skráin var væl blandað við barokk, klassiskum og disco tónleiki og hóskaði væl til orkestrið.
Solistur á kornet við Fuglafjarðar Hornorkestri var ungi og evnaríki Johan Hentze, sum kom væl frá sera torføru avbjóðingini í stykkinum Napoli við variasjónum, ið Graeme Rudd hevur lagt til rættis. Fjúrtan ára gamli Johan Hentze eigur at koma longur fram í ljósið nakað skjótt. Graeme Rudd var burturstaddur, og Steve Foggin, ið starvast hjá Boosey & Hawkes í London, var komin til Føroya at leiða Fuglafjarðar Hornorkestur og Nes Sóknar Musikkfelag á stevnuni. Orkestrini og Steve høvdu fingið væl burtur úr stuttu venjingartíðini.
Tvøroyrar Hornorkestur hevði musikkskúlalæraran Dewi Jones sum dirigent. Tað hoyrdist í teimum báðum fyrstu stykkjunum, at Dewi Jones dugur at forma og frasera tónleikin so at hann ljóðar rættur og einfaldur. Dewi fer av landinum næsta skúlaár, eftir at hann hevur starvast í Suðuroy seinastu tvey árini. Vónandi halda næmingar, ið enn ikki eru við orkestrinum, áfram næsta ár.
Tað liggur líka sum ein skylda á teimum trimum orkestrunum úr Havn og úr Klaksvík at spæla á ávísum støði.
Havnar Hornorkestur við Ova Olsen spældi vakurt legato í russiska fólkalagnum, ið Eric Ball legði til rættis,
og Skansamarsjurin hjá Olaf Ellingsgaard, ið Robert Oughton legði til rættis, ljóðaði somuleiðis væl.
Klaksvíkar Hornorkestur við Sharon Fisher og stórum hópi av royndum spælarum, hevði góðan hornorkesturljóm, og ljóðførisjavnvágin var góð. Skráin var væl sett saman úr tí skemtiliga til tað álvarsliga.
Harmoniorkestrið GHM við Atla Petersen og Kenneth Jones hevur unga manning, sum fekk amerikansku fólkaløgini at svinga. Kenneth Jones hevði eins og fleiri aðrir úr at gera at spæla í fleiri orkestrum sum stuðulsspælari.
Seinast á skránni spældi felagsorkestur, ið Goff Richards sjálvur stjórnaði. Spælararnir høvdu stóra virðing fyri Richards, og sjónligt var at teimum dámdi at spæla Farandole úr Larlesienne Suituni eftir Bizet, men áhoyrarnir vóru, eftir hálvanfjórða tíma í messingljómi, so mikið lúgvaðir at útbrotið nærkaðist, og sjálvur marsjeraði eg út, meðan felagsorkestrið spældi seinasta marsjin Old Comrades. Konan skuldi til Shakespeare in Love í Havnar Bio.
Musikkstevnu konsertirnar hava oftast verið drúgvar fyri áhoyrararnar, sum flestir munnu ynskja seinastu orkestrunum ein langan marsj. Men spælararnir hava góða stevnu fyri tað, um konsertirnar ikki eru áhoyraravinaligar; og so var eisini hesaferð. Dygdin á stevnuni skal ikki metast á áhoyraratali, men almenningurin skal hava ein møguleika at vitja konsertirnar hóast alt.
Orkestur og fyrireikarar mugu enn einaferð hugsað um endamál við komandi musikkstevnum og serliga konsertunum í hesum sambandi. Spæla orkestrini fyri hvørjum øðrum, sær og sínum, og hava áhoyrar yvirhøvur nakran týdning ? Mítt boð er, at størstan týdning hevur tað at vera saman um tónleikin, vera virkin og at lurta eftir øðrum. Orkestrini skulu ikki leggja seg eftir at fáa eins nógvar áhoyrarar sum Prix Føroyar, men álíkavæl. Eru níggju orkestur við, má spælitíðin fyri hvørt orkestur, íroknað skift, setast til tíggju minuttir.
Serliga áhugavert tiltak á stevnuni var fyrilestur Goff Richards? sum at leggja til rættis og skriva fjøltáttaðan tónleik.
Goff Richard segði seg vóna, at myndugleikar virðismeta týdningin at ung og eldri eru virkin í tónleiki saman, og helt at hetta er nakað serstakt fyri blásarar; og so minti hann á tað sannroynd, at ein kann fáast við tónleik til doyggjandi dag, men fyritreytin er, at ein fær møguleika at byrja á ungum árum.
Sørvágs Tónleikarfelag við John Mouritsen og fleiri løgdu góðan karm um stevnuna og syrgdu fyri at øll kendu seg væl sólskinsdagin 1. mai í Sørvági.
Til lukku.