Torleivur er uppvaksin í Havn og fór sum ungur í læru hjá Òlavi Rasmussen sum elektromekanikari. Hann varð avlærdur í 1965. Àrið eftir tók hann maskinprógv frá Føroya Maskinskúla.
Leiðin gekk síðani til Danmarkar at nema sær meira kunnleika innan hetta øki, og gjørdist hann maskinverkfrøðingur við skipsverkfrøði sum sergrein frá Odense Teknikum í 1971. Ì Odense hitti hann Jane, og tey giftust í 1970. Tey eiga børnini Marjun og Mass.
Innan fyrisiting tók Torleivur merkronomútbúgving, og varð hann liðugur á
sumri 1975.
Sínar fyrstu praktisku royndir innan verkfrøðina gjørdi Torleivur á Lindø skipasmiðjuni, sum var ein stór skipasmiðja um hetta mundið. Ì 1975 fór Torleivur at arbeiða fyri Søfartsstyrelsen.
Føroyar hava altíð ligið hjarta Torleivs nær, og í 1977 kom hann heimaftur. Hann fór at starvast sum skipaeftirlitsmaður, og
frá 1982 sum leiðari á Skipaeftirlitinum í Føroyum.
Við yvirtøkini av Skipaeftirlitinum, valdi Torleivur at starvast sum eftirlitsmaður aftur.
Mong álitistørv hevur Torleivur røkt millum ár og dag, m.a hevur hann sitið í Prísráðnum frá 1982 - 1997. Metingarmaður hjá Realinum frá 1984, og hevur hann somuleiðis sitið í ymiskum arbeiðsbólkum og nevndum.
Í frítíðini hevur seyður og bøur hansara áhuga. Torleivur er fittur í hondunum, og alt handaligt arbeiði er væl úr hondum greitt.
Samfelagviðurskifti hava altíð havt hansara áhuga. Hann fylgir hann væl við á hesum økinum og vil fegin skifta orð um hesi viðurskifti.
Vit fara at ynskja Torleivi hjartaliga tillukku við føðingardegnum, sum verður hildin saman við vinum og skyldfólki.