Fjølmiðlarnir vunnu týðandi sigur

FJØLMIÐLAR. Donsku fjølmiðlarnir hava vunnið ein týðandi sigur í einum máli, sum kundi havt stóra ávirkan á arbeiðsumstøðurnar hjá teimum

Løgreglan í Keypmannahavn hevur ligið úti eftir myndum og øðrum tilfari frá ófriðinum á Nørrebro í Keypmannahavn í november mánaði. Teir vildu hava alt tilfarið frá fjølmiðlunum, so teir kundu finna fram til fólk, sum gjørdu um seg undir ófriðinum.

Fjølmiðlarnir hava noktað fyri at lata løgregluni sjónvarpsupptøkur og myndir, og bæði býarrætturin í Keypmannahavn og síðani Eystari Landsrættur hava nú biðið løgregluna í Keypmannahavn halda fingrarnar burtur frá upptøkunum og myndunum hjá fjølmiðlunum.