Hóast John Johannesen í gjár legði eftir uppskotinum hjá Løgmanni at yvirtaka revsimál, so heldur Kaj Leo Johannesen ikki, at Javnaðarflokkurin vil úr samgongu.
– Tá eg tosi við teir, so siga teir seg trívast útmerkað væl, sigur løgmaður.
Hann leggur tó afturat, at tað er ein óstabilitetur í yvirskriftum í løtuni, og tað tosar samgongan um internt.
Eisini heldur hann, at tað er fjáltur á ávísum tingmonnum.
– Tað eru ávísir tingmenn, sum ikki klára pressið av hesum hallinum, sum er á fíggjarlógini, sigur Kaj Leo Johannesen.
John Johannesen heldur ikki, at tað hevur nakað við hann at gera, hvussu stevið í samgonguni er.
– Tað er løgmaður, sum hevur ábyrgdina av samgongustevinum, so tað er hansara uppgáva at fáa tingini upp á pláss, sigur John Johannesen.
Hann leggur afturat, at tað er úr øllum samgonguflokkum, at stevið verður ávirkað.
Til sjálva viðmerkingina hjá John Johannesen um yvirtøkuna av revsirætt, sigur løgmaður seg ikki hava nakra viðmerking, tí hann følir, at John Johannesen trekti væl og virðiliga í land seinni á fundinum.
Tað heldur John Johannesen ikki, tí hann heldur fast við, at tingið ikki skal vera ein stempulmaskina, og tí er flokkurin noyddur at seta spurnartekin við uppskotið um revsirætt, so tað veruliga verður yvirtikið, og ikki endar sum veðurtænastan, sum bara er vorðin til eina eykaútreiðslu.