KÍ-GÍ 2-1 (1-0)
Klaksvíkingar ætla sær at enda omanfyri gøtumenn á stigatalvuni, og eftir heimasigurin í grannauppgerðini er tað meiri sannlíkt, at tað fer at eydnast hjá KÍ at vinna grannastríðið, enn tað er hjá gøtumonnum.
Bæði liðini vóru darvaði av, at lyklaspælarar restaðu í góðveðrinum í Klaksvík. Liðformaðurin hjá KÍ, Jan Joensen, var burturstaddur, og hjá GÍ noyddist Poul Ennigarð enn eina ferð at sita uttanfyri við skaða.
KÍ og GÍ hava ofta spælt fínar fótbóltsdystir, men sunnudagin livdu avrikini ikki upp til tað, sum tað kann roknast við av tveimum liðum, sum bera so nógv góð fótbóltsevni í sær.
Leikferðin var ofta høg, og tað darvaði. Tað bar við sær, at tað var trupult hjá spælarunum at temja bóltarnar, og avspælið var ov ofta ov lítið neyvt.
Bæði liðini misnýttu stórar møguleikar, og báðir málverjarnir sýndu góðar bjargingar. Zoltan í KÍ málinum bjargaði tríggjar ferðir heilt væl, og Sunnvard Joensen í GÍ málinum, sum ivaleyst var besti gøtumaðurin hesa ferð, vardi sera væl, tá hann tveitti seg í skotroynd frá Rógva Jacobsen, sum var leysur í málteiginum.
Málini
KÍ setti seint í fyrra umfarinum hol á. Ove Nysted, sum var einsamallur heilt á toppinum og hevði Rógva Jacobsen eitt vet aftanfyri seg, var púra leysur, tá innleggið frá Marek kom innfyri, og so sóu Leivur Hansen og allir hinir gøtumenninir, at tað er ein dáragerð at Ove Nysted mitt fyri málinum sleppur at brúka høvdið.
Gøtumenn vóru eitt sindur misnøgdir við fyrra málið hjá KÍ. Teir hildu seg eiga innkastið, sum bar innleggið frá Marek við sær. Dómarin og linjuverjin vóru ikki samdir við Magna Jarnskor, sum var á veg fram á vøllin.
Í 2. hálvleiki økti KÍ skjótt um leiðsluna. Teir høvdu leingi tak á, og sjálvt um bólturin síðstu løtuna var nógv á KÍ hálvuni, og klaksvíkingar høvdu lyndi at taka seg aftur, og GÍ royndi at leggja trýst á, so var heimasigurin ongantíð hóttur.
Heðin á Lakjuni, sum eftir leikbannið í Vági var aftur á miðvøllinum í vinstru, var meistari fyri uppspælinum fyri seinna KÍ málinum. Hann streyk til baklinjuna í vinstru og legði út frá til Ove Nysted, sum var so mikið leysur, at hann fekk høvi at snara um seg sjálvan, áðrenn hann fyri aðru ferð setti bóltin í netið.
Stór frøði í KÍ leguni, har teir síðani 18. juni hava bíðað eftir kensluni aftur at fáa trý stig.
Síðstu løtuna kundi tað verið óneyðuga spennandi. GÍ minkaði um munin, og tað var vorðið sum mál, sum Súni Olsen skoraði. Eftir at hann hegnisliga hevði tamt langa sending, fór hann framvið tveimum, tveir tveittu seg og hoppaðu upp á skotfintuna, og so var lætt at trilla bóltin framvið sakleysa málverjanum. Gøtumenn royndu at gera skjótt av, eftir at teir høvdu minkað um munin, men tá vóru teir ikki serliga nærgangandi.
Vánalig undanroynd
Fyri bæði KÍ og GÍ er tað eyðkent, at tey í fyrstu atløgu ikki hava serliga nógv at spæla um. Gøtumenn royndu undan dystinum at billa sær sjálvum inn, at teir høvdu møguleikan at røkka heiðursmerkjaplássi. Teoretiski møguleikin er har framvegis, men hann er lítil ella næstan eingin.
GÍ ætlaði at brúka dystin sum undanroynd til Europa Cup dystin í Svøríki komandi hóskvøld, men hetta miseydnaðist. Eftir at tað hevði hingið hampuligt saman fyrsta korterið vórðu teir óneyvir og spældu við longum og høgum bóltum. Hetta hevur ikki verið eyðkennið hjá GÍ.
Teir spældu við trimum á linju í verjuni. Bartal Eliasen, sum hevur staðið seg so serliga væl síðstu tíðina, var ein skuggi av sær sjálvum. Helgi L. Petersen og Súni Olsen spældu aftanfyri Óla Hansen, sum var einsamallur á toppinum. Súni Olsen var einasti útispælarin hjá GÍ, sum rættuliga kundi vera nøgdur við sítt avrik.
KÍ stríddi seg til ein kærkomnan sigur, eftir at tað hevði kiksað fleiri ferðir. Endaskráin hjá klaksvíkingum tykist eitt sindur minni torfør enn hjá oddaliðunum, og møguleikin fyri heiðursmerkjum er framvegis til staðar, men hann er alt annað enn stórur. Hesa ferð dúvaði venjarin bara upp á royndar spælarar. Ungu menninir sótu á beinkinum alla tíðina, og í síðsta enda eydnaðist tað veteranunum at basa GÍ. Tað kom væl við.
jh
KÍ-GÍ 2-1 (1-0)
1-0: Ove Nysted 34
2-0: Ove Nysted 55
2-1: Súni Olsen 87
Dómari: Suni Johansen
KÍ
Zoltan Kujundric ? Harley Bertholdsen, Andrzej Pacek, Jan Andreasen, Niclas Niclassen ? Arnold Joensen, Símn Waag Høgnesen, Marek Wierzbicki, Heðin á Lakjuni ? Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Jóan Petur Olsen, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Pól Henning Jacobsen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen, Súni Olsen01-0Henning Jarnskor
(15)1-01-0(Jónreid Dalheim, 70)
411-01-0Leivur Hansen
55-10-0Poul Henning Jacobsen
(13)12-00-0(Áslakur R. Petersen, 63)
68-10-0Jóan Petur Olsen
711-15-0Magni Jarnskor (liðformaður)
811-21-0Pauli Jarnskor
(14)12-21-0(Hans Pauli Petersen, 63)
911-71-1Súni Olsen
1012-50-0Óli Hansen
1211-42-1Helgi L. Petersen
Venjari: Johan Nielsen
GK: Súni Olsen 58, Jónreid Dalheim 72
Samanumtikið:
Klaksvíkingar megnaðu at vinna tey trý stigini, sum tykjast alneyðug, um KÍ skal gera sær nakrar vónir um europeiskan fótbólt komandi ár. Fyri gøtumenn merkti tapið, at teir allarhelst eru foknir í stríðnum um heiðursmerki.
Frágreiðingar
Dømi 1
111-(-17)0-0Waldemar Nowicki
Waldemar Nowicki (nr.1); 11 dystir 17 mál farin ígjøgnum; 0 gul og 0 reyð kort
Dømi 2
1510-21-0Alex Nielsen
Alex Nielsen (nr. 15); 10 dystir, 2 mál; 1 gult og 0 reyð kort
Dømi 3
54-00-0Kristian Nielsen
(11)3-00-0(Símun Hansen, 88)
Símun Hansen skiftur inn fyri Kristian Nielsen í 88. minutti
GK: Gul kort
RK: Reyð kort
Komandi dystir
1. deild menn, 14. umfar
27.08FS Vágar-SumbaNiklas á Líðarenda
27.08B68-KÍTummas Pauli Olsen
27.08B36-B71Jens Petur Brattalíð
27.08GÍ-NSÍPetur Hansen
27.08VB-HBLassin Isaksen
2. deild menn, 13. umfar
26.08HB-TBRegin Egholm
26.08NSÍ-GÍEiler Rasmussen
26.08ÍF-B36Sune Johansen
26.08KÍ-RoynPetur Hansen
26.08EB/Streymur-LÍFTummas Pauli Olsen
3. deild menn, 12. umfar
27.08FS Vágar-TBSune Johansen
27.08B68-KÍEdvard Højgaard
27.08B36-B71Ransin Djurhuus
27.08ÍF-SkálaHjalti Gleðisheygg
27.08VB-ABZoran Mancic
1. deild kvinnur
27.08NSÍ-VB Rúni Gaardbo
27.08HB-KÍ Tommy O. Joensen
Støðan - 1. deild menn
vunnintaptmál-
dystirv-j-tmálmálmunurstig
1HB139-2-229171229
2B68139-0-432221027
3VB138-3-22518727
4B36138-0-538172124
5NSÍ136-3-432211121
6KÍ136-2-529131620
7GÍ135-2-62626017
8B71132-2-91525-108
9FS Vágar132-2-91535-208
10Sumba132-0-11956-476
Støðan - 2. deild menn
vunnintaptmál-
dystirv-j-tmálmálmunurstig
1EB/Str.128-2-235171826
2TB127-2-33829923
3ÍF125-6-127131421
4B36125-2-52524117
5NSÍ125-2-52121017
6GÍ123-4-51826-813
7HB124-1-72939-1013
8LÍF123-3-61420-612
9KÍ123-3-61627-1112
10Royn122-5-51421-711