Ein kanning, sum Gigni og Granskingardepilin fyri samfelagsmenning gjørdu í 2011-2012, vísti eina støðumeting av børnum, sum ganga í 1. flokki. Kanningin vísti, at 4.-5. hvørt barn í 1. flokki vigaði ov nógv. Tað eru ofta tey somu børnini, sum eisini viga ov nógv í 7. flokki, segði Kala Rajani Hansen, heilsufrøðingur í Góðan Morgun Føroyar í morgun.
Heilsugóðir kostvanarnir byrja heima, og teir byrja, tá barnið er lítið. Tað er umráðandi, at vit sum familja hava máltíðir, og at børnini taka lut í máltíðini, tí tað snýr seg um meir enn at eta. Tað er hugni, sosial samvera, eitt stað har familjan møtist, sigur, Kala Rajani Hansen.
Hon heldur, at tað er umráðandi, at børn, frá tí at tey byrja at fáa fasta føði, taka lut í samveruni rundan um borðið saman við restini av familjuni. Eisini er tað umráðandi, at barnið fær eitt nátúrligt forhold til bæði mat og matmentanina í familjuni og sleppur at royna allan hendan ymiska matin, sum tey vaksnu eisini eta.
— Har er tað viktigt, at barnið er ein partur av máltíðini, tí barnið lærur nógv, tá tað situr til borðs saman við familjuni, sigur hon.