Fjórði hvør sjúkradagur kemst av strongd

Ein nýggj forsøgn hjá Heimsheilsustovninum WHO sigur, at um átta ár verður strongd ein av teimum størstu orsøkunum til sjúkur í londum sum eitt nú Danmark.

Tað merkir, at strongd kemur undir hugtakið fólkasjúka, og donsk hagtøl vísa, at tað gongur skjótt tann vegin har. Ein nýggj kanning, sum Analyse Danmark hevur gjørt, vísir, at fjórði hvør sjúkradagur í Danmark kemur av strongd.

Út frá kanningini ber til at staðfesta, at hvønn dag sita 35.000 danir heima við hús, tí teir líða av strongd í longri ella stytri tíð, og hetta kostar tí almenna og arbeiðsgevarunum átta milliardir krónur í mistari framleiðslu og sjúkradagpengum.

Samstundis vísir fimti hvør dani, sum er á arbeiðsmarknaðinum, tekin um strongd í gerandisdegnum. Tekinini kunnu vera høvuðpína, møði, vantandi evni at miðsavna tankarnar, stúran og svøvnloysi, skrivar Probana.