Fjúrtan grundstykki afturat í Runavík

Tað standa eini 25 fólk í bíðilista at fáa Grundstykki í Runavík

Útstykking

Nú fer Runavíkar Býráð at taka eitt tak fyri at ganga teimum á møti, sum hava søkt um grundstykki í Kommununi.
Á býráðsfundi í Runavík i gjárkvøldið, skuldi Býráðið samtykkja at at fara undir eina nýggja útstykking og borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, ivast ikki í, at tað verður samtykt at fara undir útstykkingina.
Hann sigur, at talan er um eina útstykking við 14 grundstykkjum úti í Runavík, talan er um uttastu útstykkingina í kommununi.
Tað, sum Býráðið skuldi samtykkja í gjárkvøldið, var at bjóða arbeiðið at fyrireika útstykkingina út og hann sigur, at gongur sum ætlað, verða stykkini klár einaferð í summar.
Tá ið hendan útstykkingin er fingin frá hondini, verður farið víðari við øðrum útstykkingum í kommununi, fyri at kunna nøkta tørvin.
Tað er nóg mikið av byggilendi í Kommununi, ikki minst á teimum smáu bygdunum, men í løtuni vísir tað seg, sum um størsta trýstið er á sjálva Runavíkina.
Í løtuni verður arbeitt við at broyta býarætlanina, so at fleiri øki verða sett av til grundstykki og eydnast tað, fer tað at nøkta tørvin á byggilendi nógv ár fram.
Borgarstjórin sigur, at tað er trot á grundstykkjum í Runavík.
Hann sigur, at Kommunan hevur einar 25 umsóknir frá fólki, sum vilja hava grundstykki. Kanska eru tað ikki øll, sum vilja hava grundstykki beinanvegin, so tá ið tey 14 stykkini eru komin, fer tað at hjálpa væl.
?Spurningurin er bara, hvussu nógv grundstykki Kommunan megnar at útvega um árið, men klára vit eini 15- 20 stykki um árið, vildi eg mett, at vit so dánt klára at fylgja við eftirspurninginum, sigur Rodmundur Nielsen.