Badminton
Jákup Mørk
Tá farið varð til Oyggjaleikirnar á Gotlandi skrivaðu vit her í Sosialinum, at talan var um mest óroynda badminton landslið, sum føroyingar nakran tíð høvdu sent avstað. Hetta var sjálvandi eisini nakað, sum ávirkaði úrslitini, og vit kunnu bert staðfesta, at Føroyar eingi heiðursmerki fingu í badminton á teimum leikunum.
Færri konufólk
Royndir eru tó nakað, sum leikarar skulu arbeiða seg fram ímóti, og tað er tí hugaligt at staðfesta, at tað í stóran mun eru somu leikarar ? nú við tvey ára drúgvari royndum ? sum hesa ferð fara at umboða Føroyar á leikunum.
Vónirnar fyri heiðursmerkjum eru tí í nógv størri mun til staðar hesaferð, og talan tykist eisini vera um vónir á bæði harra- og kvinnusíðuni.
Fyri kvinnurnar var tað stórur smeitur í 1999 at Guðrun Jacobsen meiddi sær fótin, og tískil ikki kundi taka lut á leikunum. Hesa ferð telist Guðrun tó millum íðkararnar, og tískil kundi ein hildið, at kvinnusíðan er heldur sterkari í ár. Hinvegin eru Ingun Poulsen og Kristianna Thorkildshøj.ikki við á liðnum, sum í ár bert telvir tvey konufólk. Umframt Guðrun Jacobsen er talan um Guri Poulsen, og tær báðar vera so einsamallar á kvinnusíðuni. Ætlanin var annars, at Ingun skuldi vera við á liðnum, men hon hevur so givið avboð til ferðina.
Ætlandi skuldui seks mannfólk vera við á liðnum, men avmarkingin á Oyggjaleikunum sigur í mesta lagi fimm, og tí varð seinasti luttakarin sáldaður frá eftir úttøkuna.
Hvat kann Ragnar gera
Á mannfólkasíðuni tykist størsti spenningurin vera um, hvussu stór framgongdin hjá Ragnari Rasmussen hevur verið, nú hann í eitt ár hevur gingið í skúla og vant í Danmark.
Í einmansleikinum eru vónirnar tó eisini hampuliga stórar til Erland Poulsen, so alt í alt tykist harrasíðan í badminton at síggja sera spennandi út, har talan eisini kann gerast um eitt gott úrslit í liðkappingini, um smálutirnir laga seg rætta vegin.
Tað er tó spell, at kvinnusíðan tykist so nógv viknað, tí hóast tað er ein styrkur, at Guðrun aftur er tøk, so vigar hetta ikki rættiliga upp ímóti, at tað í ár bert eru tvær kvinnur við á liðnum.
Myndir av leikarum
Bjartur Lamhauge
Guri Poulsen
Guðrun Jacobsen
Aksel Poulsen
Rani í Líð
Erland Poulsen
Ragnar Rasmussen