Túrurin er í samband við undan EM-landsdystin á Laugardalsvøllinum seinnapartin 7. juni, endaliga tíðarfreistin fyri sjálvan dystin er ikki endalig enn. Eftir at føroyingar hava spælt 3 dystir, men hava bara eitt stig, og hava í tveimum av dystunum spælt væl, og vónandi eru fleiri stig at fáa; vit hava ikki enn vunnið á Íslandi á teirra heimavølli, men einaferð skal tað verða. Sjálvir eru íslendingar av teirri áskoðan, at á Laugardalsvøllinum er einki at gera, men teir eru meira varnir viðvíkjandi dystinum í august mánaða, har teir leika á Tórsvølli, siga um tann dystin, at alt kann henda.
Av tí at túrurin verður um hvítusunnuhalguna, farið verður úr Vágum fríggja-dagin 6. juni kl. 13.00 og komið verður aftur seint annað hvítusunnukvøld, skuldi hetta verið gott høvi til at síggja grannar okkara fyri vestan, leggjast skal afturat at klokkan verður gott 13, tá ið vit koma til Reykjavíkar, so her er ein møguleiki at vitja handlar og annað nevnda seinna-part, eisini er góður møgu-leiki at vitja onkran svimjihyl og heitu pottar teirra, ein frálíkur møguleiki, í Laugardalinum er ein 50 metra svimjihylur uttandura við heitum pottum, tað er bæði ódýrt og gott fyri heilsuna.
Ísland er eitt moderna samfelag og hevur nógv at bjoða, teir duga væl at skipa fyri og taka ímóti ferðafólki, og eru serstak-liga blíðir, tá talan er um føroyingar, vit ætla eisini at koma til fleiri av teimum kendastu støðunum kring Reykjavíkarleiðina, sjálvandi við føroyskum ferða-leiðara, sum er kendur á teimum slóðum. Har eru listasøvn, svimjihylar, Bláa Lónið, Gullfoss, Gamli Geysir, Hekla, Tingvallir, so eingin nýtist at keða seg, so er eisini at fara til handils, bæði í Kringluni og ein gongutúrur eftir laugarvegnum, har ein partur er gongugøta, og Dawn Town.
Íslendingar eru góðir við søgu sína og duga væl at siga frá henni, eitt nú Tjóðminnissavnið, har er møguleiki at síggja brævið, sum er undirskrivað fyri tjóðfundin, sum hildin varð og sum legði lunnar undir at Ísland gjørdist fræls tjóð, jú tað angar alt av søgu og íslendingar eru ernir av at vísa sítt land fram fyri bestu frændum sínum føroyingum.
Bláa lónið er ein søga fyri seg, nýggja bláa lónið, sum varð tikið í brúk í 1999, har trygdar-viður-skifti og umstøður sum heild eru sera góðar, og er lónið eisini heilsufremjandi fyri fólk, sum hava ymiskar húðsjúkur, til tey, sum bara hava verið í gamla lóninum kunnu umstøðurnar ikki sammetast, bara hetta er eina vitjan verd og hetta er eitt av støðunum, sum vit koma at síggja.
Eitt annað stað, sum vit koma at vitja, er vík-inga-garðurin í Hafnafirði, har tað hevur eydnast okkum at fáa nakað av atgongumerkjum til víkingaveitsluna leygarkvøldið, sama kvøld sum dysturin hevur verið, har borðreitt verður við øllum góðum, nevnda kvøld, okkum vitandi er fyri langari tíð síðan útselt til nevnda kvøld.
Tað varð á Tingvøllum 17. juni 1944 har Ísland varð útrópt sum fræls tjóð nevnda dag, eisini har er ætlanin at fara og spáka niðan ella oman ígjøgnum Allmannagjógv.
Kerið í Grímsnesi er eitt útgosið gos, sum vatn er á botninum og sum er flótt, her sæst tíðiliga hvussu eitt eldgos hevur verið.
Um tíðin loyvir tí so er eisini møguleiki at fara ígjøgnum hvalgonguna og fara ein túr til Akranes, har stendur eitt føroyskt minni frá slupptíðini uppi á turrum, nevniliga Sigurdfarið, sum eisini er eina vitjan verd.
Tær nýtist ikki at verða fótbóltsáhugaður fyri at koma við, eisini onnur eru vælkomin fyri at fáa nakrar dagar í Reykjavík.
Í Reykjavík eru nógvar kirkjur, millum annað Halgrimskirkjan, sum tekur umleið 2000 fólk, har er eisini møguleiki at fáa eina gudstænastu annan av hvítusunnudøgunum.
Tað er møguleiki enn fyri at tekna seg til ferðina við at fara inná heimasíðu www.fjallatours.fo og har tekna seg at senda fax ella at ringja 314900 sigur Fjalla Tours í tíðindaskrivi.