Fjallasúkkling í Vágum

Leygardagin var fjallasúkklukapping í Vágum, sum var á einum teini úr Vatnsoyrum norður til Fjallavatn. Teinurin varð súkklaður tríggjar ferðir aftur og fram hjá teimum vaksnu og tvær ferðir aftur og fram hjá ung­ling­unum, so samlaði teinurin var ávika­vist 24 og 16 kilometrar.
Hjá monnum vann Gunnar Dahl-Olsen við tíðini ein tími, 9,38 minuttir, og smáar tveir minuttir eftir hann kom Torkil Veyhe á mál, ein minutt framman fyri Andras Joensen, ið aftur var hálvanfjórða minutt framman fyri Sigmund Olsson. Kári Olsen, ið var fimtur á mál, vann kappingina hjá »Old Boys«.
Teir báðir unglingarnir, ið vóru við, fylgdust sera væl, og enda­spurturin millum teirra gjørd­ist sera spennandi. Tóri Nielsen kom á mál við tíðini ein tími og 11,15 min­uttir, og bara eitt sekund seinni kom Jóanis Albert Nielsen á mál.
Hetta var triðju ferð, at kappast varð í H&G MTB Cup 2010, og kapp­ingin leygardagin var tann, ið upp­runaliga skuldi vera 1. mai, men tá bleiv útsett.