Fjallmaður á ovastu og ytstu rók

Ein fjallmaður hjá gjáarmonnum, í Sáttarenni, er vorðin danskur ríkisleiðari. Tað verður man ikki av ongum, og sessurin arvast ikki

Bara egnar dygdir, eitt bjart høvd, óvanlig orka, úthaldni, ráksnúgvni og ein máttmikil sosialur intelligensur kunnu manøvrera ein mann ella eina kvinnu í ein so týðandi sess, at stjórna einum sjálvstøðugum demokratiskum stati. Lars Løkke Rasmussen er harvið ikki hvør sum helst. Hann er ikki bara ein mátaligur 44 ára gamal danskur juristur, sum av tilvild er endaður í forsætismálaráðnum. Hóast fjølmiðlarnir hava roynt tað dýrasta, teir hava verið mentir, ivaleyst við góðari hjálp frá eiðsvornum sníkum í umsitingini og andstøðuni, at stoyta hann útav niðaru rókini, í fíggjarmálaráðnum, eydnaðist hetta ikki.

 

So selektivur og í heildarmyndini rangvørgur var tíðindaflutningurin ta einu tíðina, at mong vóru farin at halda, at maðurin ikki tók sær til annað, enn at sita á ølstovum og fylla sær upp í nevið, meðan pollamjørkin av cigarettosanum sveið í eygunum á vinum og kenningum. Hetta hendi, samstundis sum maðurin var høvuðsarkitekturin handan fleiri av størstu umbótingunum, ið eru framdar í danska samfelagnum í nýggjari tíð, eitt nú kommunalreformurin. Tey flestu spyrja helst, hví føroyingar hava áhuga fyri hesum valdsskiftinum í Danmørk og um Føroyar onkursvegna kunnu vera orsøkin til brádliga nationala undanhaldið hjá Anders Fogh Rasmussen.

 

Kanska eru Føroyar meginorsøkin til, at skiftið kom júst nú, har Løkke tók stafettina frá Fogh. Hvønn týdning Sólrun hevur í hesum sambandinum, er ilt at meta um hjá okkum, ið eru stødd uttansyndis húskið teirra, men geopolitiski veruleikin í norðurhøvum, har danska imperie framvegis hevur takholt á hjálondunum Grønlandi og Føroyum, er saman við proamerikanska danska politikkinum, í mun til lemjandi stríðið í Iraq, helst meginorsøkin til, at vesturlendski verjufelagsskapurin NATO valdi nú fráfarna danska forsætisráðharran til sín ovasta leiðara. Ongin ivast tó í hansara dugnasemi, og vit, sum hóast politiskar ósemjur hava baksast við hann í Fólkatinginum í áravís, hava mist ein beinharðan og professionellan sparringspartnara. Nú verður spennandi at síggja hvussu eftirmaðurin fer at speireka flogsfelagan hjá Sigurði Joensen, lrs., sála og Jákupi Petersen, kirurgi, táið Høgni Hoydal fer undir spurnarríðina, í royndini at knúlva seg tvørtur ígjøgnum uppfunnar imperialistiskar durðakarmar á Christiansborg, sum Foghurin plagdi málbera seg.

 

Danir høvdu aftur tørv á einum menniskja á ovastu rók. Fólk troyttast av yvirmenniskjansligari attitýdu, óvanligum stívleika og perfektionismu. Skipanin hevur av og á tørv á, at verða hálað niður á jørðina aftur. Eftir Kampmann og Krag høvdu danir tørv á einum arbeiðara í landsins evsta sessi, sum øll onkursvegna kundu identifisera seg við. Hvørja meting fólk annars hava um politikk hansara, so broytti Anker Jørgensen mentala radaran, soleiðis, at politiska skipanin lendi aftur úr eini alt meira akademiskari/teknokratiskari sferu. Búktalarin hjá Lykketoft, Poul Nyrup Rasmussen og Anders Fogh Rasmussen líktust tveimum Geppetto figurum og nú hevði danska tjóðin aftur tørv á einum meira jovialum fýri, og Løkke stóð í solar plexus, táið lagnan vildi tað. Tíðin er als ikki komin til eina innantóma Barbie-loysn við Helle Thorning Smith og einum Villy Søvndal, hvørs kumpass nú bara flytir seg eftir stjórnarvaldinum, sohvørt sum gamli ideologiski førningurin verður tveittur fyri borð á alljósum degi.

 

Hóast føroyingar halda seg kennast við nýggja danska forsætismálaráðharran, orsakað av giftu hansara við Sólruni, og stóru virðing hansara fyri landi okkara, so broytist onki í danska Føroyapolitikkinum av tí orsøk. Ein danskur ríkisleiðari, líkamikið hvaðani hann kemur í politisku floksskipanini, hevur sum eitt av meginmálum sínum, at halda rimmarfast um soróptu ríkiseindina. At gøllhalda Grønlandi og Føroyum sum hjálondum í donskum yvirvaldsrætti. Løkke verður í so máta minst líka grótharður sum undanmenn hansara, kanska harðari, tí bara minsta liðið í verjugarðinum, kann tulkast og greinast aftur til føroysku connection hansara. Harvið er status quo í politisku viðurskiftunum landanna millum, og bólturin liggur framvegis í føvninginum á føroysku tjóðskaparrørsluni, sum aftur eigur at taka betri partar fyri seg, nú sambandshugsjónin so køvandi undirbrotlig fyllir almenna rúmið, við Fólkaflokkinum sum dyggari skorðu.

 

Fyri sjey árum síðani var eg til gallaveitslu hjá hennara hátign Margrethu Tórhilduri í Keypmannahavn. Lars og Sólrun vóru eisini við hóvið hetta kvøldið, og sum vit konverseraðu kundi eg ikki vita, at hetta var komandi ríkisleiðarin í landinum, tosað var við. Hann hevur verið ómetaliga knáur síðani, og hóast mikil politiskur divergensur er, so dámar mær so óluksáliga væl hesa Per Hækkerup týpuna av einum politikkara. Komi at hugsa um eina ferð hjá hesum framúr dugnaliga uttanríkisráðharra, í Bretlandi, har hann fyrst í seksti-árunum royndi at gera handilsavtalur um landbúnaðarvørur í regi av EFTA-felagsskapinum. Hann sløkti sær tostan á tiltiknu eingilsku pubbunum, ímillum fundirnar, og avísin Daily Mirror var hugtikin av hesum mikið karismatiska manni, og lýsti hann sum ein harðrendan víking og hóast tað ein ógvuliga menniskjansligan fýr. Spurdur hví hann so tíðum vitjaði ølstovurnar, segði hann somu avísini: ”Tað er bara, táið tú lurtar eftir og svarvar við vanlig menniskju, at tú veruliga kanst hoyra sanna hjartasláttin hjá eini tjóð.”

 

Væntuliga gerst Lars Løkke Rasmussen dønum ein góður forsætisráðharri. Hann er malin ígjøgnum politisku kjøtkvørnina fleiri ferðir, harvið kennir hann vandarnar betri enn nakar annar. Intellektið tykist vera í topp og orkan spríkir úr kropsskinninum. Hóast hann er nær tengdur fjølskylduni hjá mínum gamla sjórættarkennara frá Gjógv, sum ivaleyst hevði kunnað hugsað sær at brúkt embætið hansara til at loyst Danmark frá Føroyum ella øvut, so er tann missiónin óhugsandi og ómøgulig. Masterplanurin í ovastu skuffu hansara áleggur honum at byrja og enda sum forsætisráðharri í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Einaferð róði Sosialurin framundir, at Atli skuldi gerast forsætisráðharri í Danmørk, hetta var í tíðini táið tað gekst illa í hond hjá Ankeri, og Axel Tórgarð yrkti hin tiltikna táttin um hendan møguleika føroyinga. Kanska fer onkur at rógva framundir tað sama, táið Løkke einaferð gevst í ríkisins metropoli, og skjóta hann upp sum løgmann í nýskipaðu republikkini, nú ongin politiskur leiðari í Føroyum fær stuðul frá fleiri enn 17%´um av landsins veljarum. Hóast hetta ikki hendir, so skulu tey bæði Sólrun altíð vera vælkomin í landinum, har ein so stórur partur av hjarta teirra liggur. Nú causeri´ið er endað, sum Jan heitti á meg um at skriva, um fjallmannin í Sáttarenni, sum nú gongur á ovastu og ytstu rókum Danmarkar, er bara eftir at ynskja forsætisráðharrahjúnunum tillukku og blíðan byr í ókomnum døgum.