Fjallmenn takka tyrlumanningini

- Flogskipararnir gjørdu eitt megnar bragd, siga fjallmenninir í Vestmanna

Seinnapartin leygardagin hendi eitt óhapp, tá fólk vóru á fjalli í Heimaru helvt av Bjørgunum. 

 

Ein av fjallmonnunum var áhaldsin og datt, og fjallfólkið bar skjótt at við at ringja eftir hjálp.

 

- Vit, ið vóru á fjallið í Heimaru helvt av Bjørgum leygardagin, vóru vitni til ein syrgiligan tilburð, har ein av okkara fjallmonnum datt oman og fekk stóran skaða. Ringt var eftir hjálp, og løtu seinri kom tyrlan við sínari manning og manning frá Vestmanna Sløkkiliði. Vit mettu, at tyrlan hevði ongan møguleika at fáa mannin upp, meðan hon var á flogið, men har tóku vit dyggiliga feil. Flogskipararnir gjørdu eitt megnar bragd við at halda tyrluni millum tveir brattar skráar, har sera lítið pláss var, fyri síðan at lora børuna og teirra  mann niður, so skaddi fjallmaðurin kundi verða heysaður upp og síðani fluttur á Landssjúkrahúsið, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, sum eisini var við á fjalli henda dagin.

 

Fjallmanningin er sum vera mann fegin, at alt spældi so væl av, og eru takksamir fyri ta hjálp, sum tyrlumanningin veitti.

 

- Tøkk til tykkum, ið hjálptu til, og ein innilig tøkk til tyrlumanningina, sigur Pauli T. Petersen