Fjallstein brýtur onga lóg

- Leiðarin í Føroyahúsinum ger sum allir aðrir restauratørar í Danmark, og eksklusivavtalur eru ikki í stríð við donsku kappingarlógina, um bryggjaríið hevur minni enn 30% á marknaðinum. Eftir stendur so mentanarligi og moralski spurningurin, sigur Vagn Rasmussen á danska Kappingarráðnum í sambandi við stríðið um ølsøluna í Føroyahúsinum

- Vit hava ikki heimildir at taka støðu til møguliga dupulta leiklutin hjá leiðaranum í Føroyahúsinum. Tað eru eigararnir av húsinum, sum gera slíkt av, tí hetta er ikki í stríð við kappingarlógina, sigur Vagn Rasmussen á danska Kappingarráðnum.

Eksklusivavtalur loyvdar
1. juli kastaði Sosialurin ljós á ónøgdina hjá Johan Mortensen, stjóra á Restorff´s Bryggaríi. Johan fýltist at stjóranum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, Martin Fjallstein, tí hann ikki selur Restorff´s øl til útisetar okkara í Keypmannahavn. Sambært Johan er orsøkin, at Martin Fjallstein er privatur umboðsmaður hjá Føroya Bjór, og misnýtir hann tí sambært Johan hálvalmenna sjálvognarstovnin til egnan vinning.
Men sambært Vagn Rasmussen á danska Kappingarráðnum agerar Fjallstein eins og allir aðrir restauratørar í Danmark. Danska kappingarlógin sigur, at um eitt ølbryggjarí ikki hevur ein umsetning á meiri enn 30% av danska ølmarknaðinum, eru eksklusivavtalur loyvdar. Tað vil siga, at bert stóra Carlsberg er undirlagt lógina um forboð móti eksklusivavtalum og skal hava sínar avtalur góðtiknar av Kappingarráðnum. Umframt hetta fellur sambandið millum Føroyahúsið og Føroya Bjór undir "bagatelbestemmelserne" í donsku kappingarlógini, sum áseta reglur fyri vinnurekandi, sum hava undir 10% av ølmarknaðinum.
- Tað einasta, Føroya Bjór og Føroyahúsið sambært lógini ikki kunnu avtala sínamillum, er kostnaðurin, Føroyahúsið tekur fyri ølið, sigur Vagn Rasmussen á danska Kappingarráðnum.

Moralur og mentan
Vagn Rasmussen slær sostatt fast, at Martin Fjallstein ikki fer útum lógarinnar karmar, hóast hann er privatur umboðsmaður hjá Føroya Bjór og samstundis leiðari á einum sjálvognarstovni, sum er á føroysku fíggjarlógini. Men sambært Vagn Rasmussen er hetta ikki endin á søguni um ónøgdina hjá Johan Mortensen. Hann heldur nevniliga, at hóast talan ikki er um lógarbrot, er problematikkurin avgjørt verdur at viðgera.
- Hóast talan ikki er um ein løgfrøðiligan trupulleika, hava vit við ein bæði moralskan og mentanarligan spurning at gera. Spurningurin er, um føroyingar í Keypmannahavn ikki skulu hava møguleikan til bæði Føroya Bjór og Restorff´s øl, sigur Vagn Rasmussen. Hann slær fast, at hetta er ein spurningur, sum Kappingarráðið sum sagt ikki hevur heimildir at gera av.

Mynd:
Eksklusivavtalur á danska ølmarknaðinum eru loyvdar, um ølbryggjaríið ikki hevur ein umsetning á størri enn 30% av samlaða ølmarknaðinum, og tí er samstarvið millum Føroya Bjór og Føroyahúsið ikki í stíð við lógina. Eftir stendur so moralski og mentanarligi spurningurin, um útisetar ikki skulu hava møguleikan at velja millum Føroya Bjór og Restorff´s í Keypmannahavn