Fjarðafestivalurin fær í ár vitjan av tveimum umboðum fyri allarhelst størstu bookingfyritøkuna í heiminum
Talan er um Creative Artist Agency (CAA) og hyggja vit gjøgnum listan av nøvnum, ið CAA umboða, so er ikki talan um hvønn sum helst. Bob Dylan, Justin Timberlake, Korn og Pearl Jam eru bert nøkur av nøvnunum úr rúgvuni.
Millum nýggjastu nøvnini, ið CAA hevur fingið undir sínar veingir, eru John Mayer og Nelly Furtado, so hesi hava fingurin á pulsinum.
Orsøkin til at Fjarðafestivalurin fær vitjan av hesum umboðum, er at Pillar eisini eru knýttir at hesi fyritøku. Sama er galdandi fyri Tait, Michael W. Smith og onnur kristin nøvn. Umboðini hava sjálvi ynskt at komi á vitjan og hyggja nærri at festivalinum.
Fyrireikararnir av festivalinum fegnast um áhugan og síggja tað sum ein møguleika, at fáa enn fleiri útlendsk nøvn á vitjan í næsta ár.
Hygg eftir langa listanum av kendum tónleikanøvnum, ið fyritøkan umboðar,
her<a>.