Tíðindaskriv:
Arbeiðið at leggja fjarhita til Landssjúkrahúsið er byrjað á sjúkrahúsinum, so graviarbeiðið á økinum kring sjúkrahúsið er fyrsta stig í verkætlanini, ið skal vera liðugt sum skjótast.
- Vit royna at gera alt fyri at fáa arbeiðið á økinum rundan um Landssjúkrahúsið liðugt, meðan veðrið framvegis er við okkum. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa slættað brekkuna aftur, áðrenn illveður og kuldi koma, so sjúkraflutningurin í vetur ikki verður tarnaður av graviarbeiði og hálku samstundis, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.
Hann upplýsir, at higartil hevur fjarhitaarbeiðið á Frælsinum gingið eftir ætlan, og hann vónar, at brekkan er fyribils slættað aftur, áðrenn oktober er farin afturum. Av tekniskum orsøkum ber ikki til at asfaltera brekkuna endaliga, fyrr enn arbeiðið er heilt liðugt.
- Hetta er eitt sindur øvugt arbeiðsgongd. Vanliga byrja vit frá høvuðsleiðingini og arbeiða okkum fram til brúkaran, men her hevur tað sera stóran týdning, at vit sum skjótast sleppa leysir av økinum kring Landssjúkrahúsið fyri at órógva sum minst, sigur Hans Christian Dam.
Fjarhitaleiðingin skal leggjast frá Landssjúkrahúsinum og 600 metrar niðan eftir Frælsinum, har hon verður bundin í leiðingina, sum er løgd til Fróðskaparsetrið á Frælsinum.
Landssjúkrahúsið verður størsti brúkarin hjá Fjarhitafelagnum. 25 bygningar á Landssjúkrahúsinum skulu hitast við fjarhita – talan er um eina gólvvídd á tilsamans 50.000 fermetrar. Harvið lækkar nýtslan av gassolju á Landssjúkrahúsinum umleið 78 prosent, og árliga CO2-útlátið minkar gott og væl 2.300 tons.
Landssjúkrahúsið verður eftir ætlan bundið í fjarhitaskipanina tíðliga í 2026.