Hetta er ein stórur brølari hjá Eyðdis

Tað er ein stórur brølari at hjálpa samgonguni, sum heldur ikki klárar at telja upp í 17 í hesum málinum, sigur Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin

– Nøgdur er nakað nógv sagt, tí eg vildi gjørt nógv meira. Men hevði eg farið úr flokkinum, so hevði eg onga ávirkan havt.

Soleiðis sigur Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, tá vit spyrja hann, um hann er nøgdur við semjuna, tey hava gjørt í Sambandsflokkinum í sambandi við orrustuna í kjalarvørrinum av fosturtøkumálinum. Men hann er fegin um at tað framyvir ikki ber til at leggja mál fram, sum flokkurin ikki er samdur um.

– Tí hetta er ein stórur brølari, sum Eyðdis Hartmann Niclasen hevur gjørt fyri at hjálpa samgonguni úr einum trupulleika.

Nakað soleiðis málber Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, seg, tá spyrja hann um støðuna eftir orrustuna um fosturtøkumálið, sum uppstóð, eftir at tingkvinnan hjá Sambandsflokkinum, Eyðdis Hartmann Niclasen, legði fram uppskotið um fosturtøku saman við trimum umboðum úr Samgonguni.

Sambandsflokkurin hevur viðgjørt málið, og hevur á fundi við forfólk í valfeløgunum og tingmanningini gjørt av, at í framtíðini skalt tú hava undirtøku í flokkinum fyri at leggja eitt uppskot fram. Tað merkir, at tað ber ikki til hjá einstøkum tingfólkum longur at leggja uppskot fram, er meiriluti ikki er fyri tí í tingmanningini. 

Um hetta var galdandi fyri Eyðdis Hartmann Niclasen hesaferð, so hevði hon ikki kunna verið við til at lagt uppskotið um fosturtøku fram, tí so skuldu hon havt minst trý tingfólk aftur at sær í flokkinum, sum tóku undir við tí. Og har er bara Johan Dahl, løgtingsmaður, sum í Sambandsflokkinum er samdur við Eyðdis Hartmann Niclasen í hesum føri.

– Hetta eru sera trupul mál, sigur Helgi Abrahamsen, um tey etisku málini, hesaferð málið um fosturtøku.

– Tí fólk eru so ósamd. Tú kanst als ikki argumentera ímóti, tí vit tosa hvør sítt mál, sigur hann. Onkur sigur, at tað snýr seg um lív, og onnur tosa um kyknur. Og tað er munur á at taka lív og at taka kyknur, her eru so grundleggjandi ósemjur, sigur hann.

Eitt er tað, at Helgi Abrahamsen ikki ynskti, at málið varð lagt fram. Men hann endurtekur, at tað er ein brølari at hjálpa samgonguni á henda hátt. Og hann dugir eisini at síggja møguleikan fyri, at uppskotið verður samtykt við hjálp frá Sambandsflokkinum, og tað harmast hann um, heldur hann. 

– Eg má gera tað, sum eg haldi vera rætt og ikki tað, sum meirilutin sigur. Um meirilutin loypur á sjógv, so merkir tað ikki, eg tú eisini skalt leypa aftaná, um tú heldur, tað er skeivt at gera tað. Eg haldi, at eg má berjast fyri tí, sum eg haldi vera rætt, sigur Helgi Abrahamsen.

Hóast Helgi Abrahamsen heldur, at tað er ein stórur brølari, at Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, hevur verið við til at leggja málið fram – og hóast hann er væl greiður yvir, at mál kann verða samtykt við hjálp frá Sambandsflokkinum, so fær hann einki gjørt ið tað, sigur hann.

Men serliga svárt heldur hann tað vera, at sambandsfólk fara at hjálpa samgonguni, tá øll vita, at samgongan ikki megnar at telja upp í 17 í hesum máli.

– So tað er tann taktiski brølarin, at hjálpa teimum at telja upp í 17.

– So er tað hin brølarin, at man fær málið samtykt við stuðli frá Sambandsflokkinum.

Men spurdur, um Helgi Abrahamsen fer at vera við til at royna at rulla málið aftur, um nú ein onnur samgonga situr eftir valið, sigur hann:

– Nei, tað fari eg ikki. Men tað kundi eg, um meiriluti var fyri tí í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum. Eg fari ikki at taka stig til tað, men kemur eitt uppskot um tað, so taki eg undir við tí, sigur hann.

Helgi Abrahamsen vísir á, at hann var biðin um at vera við til at leggja uppskot fram saman við Miðflokkinum um at verja ófødda barnið. 

– Men eg segði nei, tí tað eru ymsar meiningar um tað í flokkinum, og tað tænir ongum at ganga runt og provokera hvønn annan meira enn neyðugt. Men eg atkvøddi fyri uppskotinum hjá Miðflokkinum, sigur hann.

Uppskotið hjá Eyðdis Hartmann Niclasen, Hervør Pálsdóttir Ingilín D. Strøm og Karlot Hergeirsson um at loyva fosturtøku fram til og við 12. viku í viðgongutíðini, kemur til 1. viðgerð á tingfundi í dag.