Gunnar Vatnhamar var við frá dystarbyrjan, tá Stjarnan sunnukvøldið frammanfyri 1.500 áskoðarum tók ímóti Víkingi Reykjavík á Samsung-vøllinum í Garðabær. Megnaði Víkingur at vinna dystin fóru teir at vera sjey stig frammanfyri bæði Stjörnuna og Val.
Víkingur fekk tó ein hvøkk longu í øðrum minutti, tá Örvar Eggertsson slapp at standa fríur í brotsteiginum hjá Víkingi, og hann tók av beinavegin, og setti bóltin í netið. Tað gingu tó bert sjey minuttir, so hevði Helgi Guðjónsson sent bóltin í netið til javnleik 1-1. Beint undan steðginum fekk danski, Nikolaj Hansen Víking Reykjavík á sigurskós við einum sera góðum stútara.
Víkingur var leingi á sigurskós, men tá klokkan vísti 90 minuttir javnaði Stjarnan til 2-2, tá Örvar Eggertsson aftur skoraði fyri heimaliðið. Men seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Valdimar Þór Ingimundarson stóra hetjan hjá Víkingi, tá hann skoraði sigursmálið til 3-2. Fagnaðurin hjá Víkinga-leikarunum og viðhaldfólkunum var ovurhonds stórur.
Nú bert trý umfør eru eftir at leika er Víkingur Reykjavík við 48 stigum langt fremst. Valur og Stjarnan hava 41 stig hvør.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dramatiska toppdystinum í Garðabær:
##med2##