Fjarhitafelagið fer nú undir at knýta vesturbýin upp í leiðingina við Sjónleikarahúsið í Havn.
Hans Kristian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, sigur við in.fo, at arbeiðið verður skipað í níggju teinum, og farið verður undir tein 1 í næstum.
Teinur 1 er teinurin frá rundkoyringini á Frælsinum og Landavegnum oman á krossin á Landavegnum og Grønlandsvegi.
Bíðað verður við rundkoyringini sjálvari á Frælsinum og Landavegnum, tí mett verður, at tað verður fyri ov nógvan ampa fyri ferðsluna, um farið verður í gongd við tað arbeiðið júst nú, sigur Hans Kristian Dam.
Arbeitt verður síðani víðari oman eftir Landavegnum til Dalavegin og niðan eftir Dalavegnum til Jóannes Paturssonargøtu. Síðani verður farið oman eftir Jóannes Paturssonargøtu, niðan eftir Tróndargøtu, Kongagøtu og síðani eftir Tórsgøtu niðan til Sjónleikarahúsið.
Eftir ætlan verður komið á mál í desember 2021.
Hvørt arbeiðsøki verður stongt fyri almennari ferðslu, meðan arbeitt verður í ásetta økinum, og áðrenn farið verður víðari til næsta øki, verður gjørt, so at koyrandi verður eftir undanfarna øki
Sambært Fjarhitafelagnum sær tíðarætlanin soleiðis út:
Strekki 1, uml. 210 metrar: November 2020 - februar 2021
Strekki 2, uml. 210 metrar: februar 2021 - mei 2021
Strekki 3, uml. 20 metrar: mei 2021
Strekki 4, uml. 125 metrar: mei 2021 - juli 2021
Strekki 5, uml. 130 metrar: januar 2021 - mars 2021
Strekki 6, uml. 20 metrar: Februar 2021 - mars 2021
Strekki 7, uml. 120 metrar: Februar 2021 - mei 2021
Strekki 8, uml. 70 metrar: Juni 2021 - juli 2021
Strekki 9, uml. 175 metrar: August 2021 - desember 2021
Strekki 0: Kemur seinni