Hallstein Sigurðsson
Men hendan er nú blivin eitt havt um beinini hjá býlingunum í Hoyvík. Brúkarin kennir seg uttan ávirkan á skipanina, og onkrir býráðspolitikkarir hava eisini ró uppundir, at rørleiðingarnar einaferð skulu skiftast, og hesum má nú leggjast upp fyri í hitafelagnum við einum hægri gjaldi fyri húsini í skipanini.
Nú mugu vit rópa varskó. Húsini, sum eru við í fjarhitaskipanini eru tvingaði inn í skipanina av býráðnum. Tey hava higartil ikki fingið nakran ágóða av at verða partur av skipanini,og tí kunnu tey als ikki ábyrdast, um rørleiðingarnar eldast og skulu skiftast. Hetta má vera ein partur av útreiðslunum, sum kommunuskatturin skal gjalda, eins og gøtuljósini eru tað. Eg fari at arbeiða fyri, at brúkararnir av hesi skipan, sum er at meta sum ein grøn íløga hjá býnum skal gerast atraktiv at vera við í, og ikki sum nú kennast sum eitt havt.