Í januar setti Vágs kommuna á stovn Fjarlestrardepilin og nú verða fyrstu útbúgvingarnar bjóðaðar út umvegis Fjarlestrardepilin.
Síðan januar hevur verið arbeitt miðvíst við at skipa virksemi kring Fjarlestrardepilin, og er hetta arbeiðið nú komið somikið áleiðis, at fyrstu útbúgvingarnarn kunnu bjóðast út.
Í hesum fyrsta umfarinum eru talan um 12 útbúgvingar á 17 útbúgvingarstøðum í Danmark og Svøríki. Til dømis fevna útbúgvingarnar um lærara, námfrøðing, sosial ráðgeva, sjúkrarøktafrøðing, ergoterapeut og fysioterapeaut.
Umframt heilar útbúgvingar, so fer Fjarlestrardepilin eisini at bjóða út stakskeið, sum eru umvegis fjarlestur, soleiðis at fólk umvegis Fjarlestrardepilin kunnu taka ískoytisútbúgving / ískoytisskeið, skeið sum leggja afturat verandi útbúgving, og uppskúlingar-skeið.
Hesin parturin av virkseminum hjá Fjarlestrardeplinum byrjar við lestrarbyrjan eftir summarfrítíðina.