Nógv mál vóru á skránni til býráðsfundin í Klaksvík í gjárkvøldið. Størsti áhugi manna millum mundi kortini vera uppskotið um at geva Føroya Keypssamtøku byggiloyvi til nýggjan handilsbygning í Nólsoyar Pálls Gøtu.
Hóast fólk høvdu ymsa hugsan um málið, var kortini eingin ivi í samtyktini hjá býráðnum: Seks atkvøður vóru fyri og tríggjar ímóti.
Umsíðir er nú líkt til, at FK kann fáa aðrar og meiri hóskandi umstøður at virka undir á økinum beint norðan fyri Statoil-støðina í Klaksvík.