Flóðalduávaring í fleiri londum

Myndugleikarnir í fleiri londum við Indiska Havið hava sent út flóðalduávaring eftir ein harðan jarðskjálvta undir havbotninum úti fyri Aceh í Indonesia. Jarðskjálvtin var 8,7 á Richterstiganum, men onkur stovnur sigur, at hann var 8,9.

Tey seinastu tíðindini siga, at ein flóðalda, sum er millum hálvan annamn og tveir metrar høg er á veg ímóti teileindsku strondini, og at hon kemur inn at landi hvørja løtu.

Í Teilandi og aðrastaðni hava fólk fingið boð um at fara niðan frá strondini og at leita sær í hæddina, um tað ber til.