Fløgu ummæli: Eitt skitið tok í ljósum loga

Ummæli:

Bólkur: Boys in a Band

Fløguheiti: Black Diamond Train

Útgávudagur: 19. juli 2008

Tikin upp: Earth Terminal Studios, Hampshire, Ongland

 

 

 

Tað hevur gingið skjótt fyri seg hjá teimum fimm ungu monnum í Boys in a Band. Bólkurin varð stovnaður í september 2006 og nú, ein GBOB-finalusigur, tríggjar Planet-virðislønir og óteljandi konsertir seinni, geva teir út sína fyrstu fløgu.

Lat okkum fáa tað keðiliga av vegnum beinanveg: mær dámar ikki fløguhúsan. Ella meiri nágreiniliga; permuna. Tað er, sum um hon roynir at vera kitch og rotin uppá tann kula mátan. Tá ið tað riggar, so er tað feitt. Men tá ið tað ikki ger, sum í hesum føri, so er tað bara rotið uppá tann ókula mát­an. Eitt sindur mis­vísandi fyri inni­hald­ið á fløguni. Restin av húsanum er hin­vegin heilt ókey. Ikki nakað genialt, men heilt ókey.

Eitt, sum tó er deiligt við húsanum, er, at man kann lesa tekstirnir á sangunum. Orki ikki fyri at seta meg við eini fløgu, sum ikki hevur tekst­irnar við í fløgu­hús­anum. Ja, ein kann sikkurt finna teir á netinum onkrastaðni ella skriva teir niður við hond, men allíkavæl...

 

Orðini skulu tyggjast

Allir tekstirnir eru á enskum og á stak góðum enskum. Pætur Zachariasson yrkir spennandi og djúpt, og tekstirnir skulu lesast nakrar ferðir ígjøgnum, áðrenn ein skilir teir. Ella 'heldur', at ein skilir teir. Tingini verða ongantíð penslað út fyri einum, og ofta ivast ein í, hvønn ella hvat tekst­urin er um. Og tað dámar mær væl. Pætur gevur lurtara­num/lesaranum nakað at hugsa um, og hann krevur, at tú setur teg niður við tí og gevur tær góðar stundir. Tað er gott at tyggja, áðrenn ein svølgir.

Meðan tónleikurin er up-tempo og 'glaður', so eru orðini eitt sind­ur meiri melankolsk og sorgblíð. Eitt dømi er sangurin Secrets To Conceal, ið koyrir avstað við full­ari ferð, men hevur hesi mót­leysu orð: »When you told me to run – I ran to the end of the world – And when I reached the edge – There was nothing left to say«

 

Við svøkum dreingjum í huga

Tað er altíð eitt upplivilsi at vera til eina Boys in a Band konsert. Seinast, eg hoyrdi teir, var á G! MINI, og hóast alt gekk galið (gittarar stemmaðu ikki, stativ koppaðu, menn spældu skeivt, leidningar duttu úr í heilum osfr.), so vóru teir genialir og sparkaðu reyv. Tað var rock and roll allan vegin. Og tað er eisini tað, sum BIAB handlar um; at seta eld á alt og øll.

So tá ið eg seti meg niður at lurta eftir Black Diamond Train, so er tað við hesum svøku dreingjunum í huga. Og teir taka meg gjøgnum nøkur fantastisk løg, nøkur góð og so nøkur, ið mær ikki dámar nakað serligt.

 

Professionelt fesj

Sum tey flestu vita, so hava viður­kendir menn handskað fløguna. Feðgarnir Ken og Jolyon Thomas hava framleitt og miksað. Og hóast hesir eru í heimsflokki, so er ikki talan um pussað popp­sound (og tað er kanska tí, teir eru í heimsflokki). Ljóðið er skitið og rátt. Júst sum BIAB eigur at vera. Trummur og bassur eru komprimerað í topp, og so at siga alt yvirstýrir. Sjálvt sangurin hjá Pæturi yvirstýrir. Og tað er rock and roll.

 

Rópar hann ikki bara?

Í fjør vann Pætur Planet-virðis­lønina fyri ársins mannliga sang­ara. Og á Black Diamond Train prógvar hann, at hettar er fult uppiborið.

Jamen rópar hann ikki bara? Nei. Serliga á teimum meiri downtempo løgunum vísir hann, at hann dugir at syngja. M.a. á lagnum um Brandon, ið flýggjar úr geglinum, »Before The Flood«, vísir Pætur sínar dygdir sum sang­ari og minnir ikki sørt um ein annan Brandon (ella møgu­liga er talan um sama?), Brandon Flowers úr amerikonsku The Killers. Men at rópa dugir hann eisini. Betri enn nakar prædiku­maður, eg nakrantíð havi hoyrt.

 

Míni yndisbørn

Míni persónligu hæddarpunkt liggja í seinna endanunum á fløguni. Eg skal ikki leggja lok á, at eg persónliga eri ein »sucker« fyri melodiøsum rokki. Og hóast fimm tær fyrstu sker­ingarnar eru sterkar og gjøgnum­førdar, so er tað skering seks, »Dance In The Pale Moonlight«, ið eg altíð koyri fyrst á, tá ið seti fløguna í. Lagið byrjar við einum drepandi feitum synthljóði, áðrenn restin av bólkinum kemur inn og leggur seg runt um synthin, ið koyrir kompromisleyst víðari. Niður­lagið, við breakum og fangandi sangi, hevur meiri enn eina ferð givið mær kuldaskjálvta.

Umframt »Dance In The Pale Moonlight« so er »Son Of Man« og »Before The Flood« mínir favorittar. Besta pettið yvirhøvur á fløguni er niðurlagið í »Son Of Man«: »So does this son of man...« - so skinkufeitt!

Sum heild er Black Diamond Train ein av bestu føroysku fløgunum nakrantíð. Tann besta? Nei, men har uppi. Tann føroyska útgávan við størst altjóða gjøgnumbrotmøguleikum? Ja.

 

 

Hoyr heitislagið »Black Diamond Train«, »Dance In The Pale Moonlight«, 15 Tær Bestu hittið »Secrets to Conceal« og »Before The Flood«

á myspace.com/boysinaband