Tónleikur
Sandavági:Tað er Nicolina Jacobsen - á Kamarinum - einsamøll, sum stendur fyri hesi fløguni, sum væntandi fer at koma út einaferð í vár.
Nicolina Jacobsen sigur, at her er talan um at gera ein gamlan dreym til veruleika. Henni hevur altíð dámt væl at sungið sálmar og sangir av hesum slagnum, hon nú tekur upp í Sandavágs Kirkju. Talan er um kend verk, sigur hon. Øll slík, sum vanliga verða sungin til guðstænastur ella møti.
At hjálpa sær við undirspæli hevur hon fingið urguleikaran Max Højgaard av Toftum og bróðursonin Ólav Jakobsen úr Havn. Ólavur spælir guitar og er millum annað kendur frá tónleikabólkinum Aldubáruni. Tað er Jónheðin Tróndheim av Argjum, sum stendur fyri tí tekniska í samband við upptøkurnar.
Nicolina sigur, at níggju sálmar higartil eru innspældir og skuldu verið reiðiliga lidnir.
At upptøkurnar verða gjørdar í Sandavágs Kirkju er ikki av tilvild, greiðir Nicolina á Kamarinum frá. Tað er ikki so heilt lítið av afturhvarvi - nostalgi - uppií, sigur hon.
Tað var abbi hennara, Magnus á Kamarinum, sum teknaði og stóð fyri byggingini av Sandavágs Kirkju í 1917. Og sjónligt er, meðan vit standa inni í vøkru kirkjuni og práta um fløguna, at ikki heilt lítið av stoltleika av abbanum er at merkja. Bæði hjá Nicolinu og beiggjanum Eyðbirni, sum við er. Og heldur ikki langabbasonurin, Ólavur, er heilt óávirkaður av kirkjuni.
?Hon er ikki einans sjáldsom og vøkur, sigur hann, men hevur eisini rættiliga góðan akustik.