Adrian skoraði og Poul Kallsberg fekk aftur spælitíð

Hillerød vann góðan útisigur í kvøld

Mynd: Hillerød

Adrian R. Justinussen var á vøllinum í 80 minuttir, og inn fyri hann í 80. minutti kom Poul Kallsberg, ið aftur fekk spælitíð fyri Hillerød í kvøld.

 

Hillerød vann í útidysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ein góðan 2-1 sigur á Lyngby, ið hevur nógvar superligu-royndir.

 

Lyngby legði seg á odda í 13. minutti, men eitt korter seinni fann Victor Dedes Adrian við einari framúrskarandi sending. Adrian tók av og stútaði bóltin í netið til 1-1. Talan var um triðja málið hjá Adrian í hesum kappingarárinum. 

 

Lucas Bøje-Lassen skoraði sigursmálið hjá Hillerød, tá 12 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Hillerød er fjórðfremst í deildini við 10 stigum fyri seks dystir. Teir eru tvey stig aftanfyri oddaliðið, Esbjerg sum hevur 12 stig.

 

Komandi leygardag klokkan 13 hevur Hillerød heimadyst. Tá kemur HB Køge á vitjan. 

 

 

 

 

 

Mynd: Hillerød